Zakarias Wang
?????????????
Valdagurin 8. februar 2005 gjørdist ein merkisdagur í føroyskari søgu.
Í 1947 fekk danska stjórnin kong at áseta, at føroyingar skuldu velja tvey umboð á fólkating.
Orsøkin var einføld.
Eftir fólkaatkvøðuna tann 14. september 1946 samtykti Føroya løgting (Fólkaflokkurin við 11 monnum saman við einum javnaðarmanni, sum varð ekskluderaður) at fólkaatkvøðan skuldi setast í verk, so Føroyar gjørdust eitt sjálvstøðugt ríki í Evropa. Tá fóru Javnaðarflokkurin og
Sambandsflokkurin við rin og hvin og forklagaðu løgtingsmeirilutan fyri tí donsku stjórnini. Teir bóðu hana vælsignaða um at leggja upp í føroysk innanhýsismál og senda løgtingið til hús. Hetta gjørdi stjórnin fegin.
Á ríkisdegi vóru tvey umboð fyri Føroyar. Annað sat í landstinginum og var valt av Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum í løgtinginum. Hitt umboðið var á fólkatingi, og tað varð valt av Føroya fólki. Formaður Fólkafloksins Tórstein Petersen var hann, ið var valdur. Fólkatingið hevði meir vald enn landstingið, sum tað var upp á tal at avtaka. Tí helt stjórnin, at tað var umráðandi at fáa eitt umboð afturat úr Føroyum, sum tók undir við stjórnini og hennara uppí-legging í føroyskan politikk.
Hetta hevur eydnast sera væl, og til hvørt einasta val síðani hava annaðhvørt Javnaðarflokkurin ella Sambandsflokkurin og viðhvørt báðir í senn havt umboð á fólkatingi.
Líka til nú!
Týsdagin tann 8. februar hendi undrið.
Hvørgin av teimum flokkunum, sum í 1946 fingu donsku stjórnina at leggja seg út í føroyskan politikk, fingu nakað umboð.
Hetta er tí ein heilt nýggj støða, sum er íkomin.
Hvat er tað rætta at gera tá so liggur fyri?
Ein fyrimynd kundi verið at gjørt sum íslendingar gjørdu, tá teir í 1848 fingu 5 umboð á tjóðfund dana, tað grundlógargevandi ríkistingið. Teir tóku við hesum sessum, og við Jóni Sigurðsyni á odda møttu teir upp.
Men teir søgdu einki. Hetta var tí, at teir høvdu fingið eina tilsøgn um, at teir sjálvir skuldu gera av, hvat ið skuldi henda við Íslandi, og tí var tað í Íslandi, teir skuldu viðgera stjórnarskráarmálið. Ein av teimum dittaði sær til at bróta hesa semju og tók einaferð orðið. Hann noyddist at flyta úr Íslandi og setti búgv í Ålborg (Álaborgarjón). Hinir tagdu, og tá málið kom fyri á tí íslendska tjóðfundinum mótmæltu teir (næstan) allir, at teir allíkavæl ikki sluppu at taka nakra avgerð í málinum.
Men er støðan hjá okkum ikki mestsum tann sama sum hjá íslendingum tá?
Vit hava eins og grønlendingar fingið at vita, at vit sjálvi skulu taka avgerðir í teimum týdningarmiklu málunum, sum standa fyri framman, nú Danmark skal gerast ein partur av tí evropeisku uniónini.
Er tað nøkur grund til annað enn at okkara fremmandarbeiðarar á fólkatingi standa saman um tað eina málið, at tað er her hjá okkum, avgerðirnar skuldu takast?
Sjálvt Javnaðarflokkurin boðaði fyri valið frá, at hann fegin vildi vera við í hesum samstarvi. Í veruleikanum er ringt at síggja hví Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin ikki skuldu gjørt tað sama.
Sjálvandi hevur tann maður, sum sambandsmenn hava valt á fólkating, altíð verið limur í Vinstraflokkinum, men so hevur ikki verið við teimum umboðum, sum Sambandsflokkurin hevur havt í landstinginum. Ein av stovnarum floksins og fyrsti formaðurin var í bólki saman við Høgraflokkinum í landstinginum, og tann sambandsmaður, sum 1936-53 sat í landstinginum, var limur í Sosialdemokratiska flokkinum. Teir sambandsmenn, sum hava sitið á fólkatingi, hava verið í Vinstra, men hava ikki viljað verið við til at felt nakra sosialdemokratiska stjórn sjálvt um Vinstra hevði havt møguleika fyri tí við teirra stuðli.
Fólkaflokkurin hevur ofta havt umboð á fólkatingi. Tórstein var greitt fyri tí at avgerðir skuldu takast í Føroyum, so yvirhøvur møtti hann ikki upp har og fór so langt, at hann ikki vildi geva tað hátíðarliga lyftið um at halda donskur stjórnarskránna, sum nývaldir fólkatingslimir skulu geva. Tá vóru góð ráð dýr hjá dønum, og teir funnu uppá at siga, at av tí at hann hevði stillað seg upp til valið hevði hann harvið góðkent stjórnarskránna og slapp hann tí at sita í sessinum. Annars møtti hann bara upp til at røða ímóti og atkvøða nei til heimastýrislógina.
Heldur ikki Hákun, Poul Adrian ella Óli hava verið limur av nøkrum donskum flokki.
Tað hevði tí verið í besta samsvari við politikk Fólkafloksins á fólkatingi at verið við í Norðuratlantsbólkinum, sum sjálvandi hevði verið broyttur av tí at Fólkaflokkurin kom uppí.
Hvat hevði yvirhøvur verið til hindurs fyri at Norðuratlantsbólkurin gjørdist samdur um at brúka sama taktikk sum Jón Sigurðsson og hansara menn nýttu í 1848: Tiga og ikki leggja seg upp í danskan innanríkispolitikk, men vera á varðhaldi og tala at, um danska stjórnin fer um mark og leggur seg upp í okkara innanhýsisviðurskifti?