Norðurkorea letur ikki altjóða ávaringar við seg koma. Í nátt royndi landið eina kjarnorkubumbu undir jørð.
Amerikanskir serfrøðingar siga, at var talan veruliga um eina kjarnorkubumbu, so var hon lítil. Í Suðurkorea skrásett jarðfrøðistovnurin ristingar, sum vóru 3,7 á Richterstiganum, og har halda teir ikki, at spreingingin var so veik.
Men sama um talan var um eina veika ella sterka spreinging, so hevur norðurkoreanska avgerðin at royna eina kjarnorkubumbu elvt til øsing í Fjareystri og aðrastaðni. Í grannalandinum Suðurkorea sendi Roh Moo-hyun, forseti, boð eftir trygdarráðnum hjá stjórnini í morgunn at umrøða støðuna.
-Vit kunnu á ongan hátt góðtaka tað, sum er hent í nátt, og vit fara saman við okkara sameindu at geva Norðurkorea eitt hóskandi svar, segði talsmaðurin hjá forsetanum í morgun.
Í Japan segði Taro Aso, uttanríkisráðharri, at royndarspreingingin er ikki bara ein hóttan ímóti Landnyrðingsasia, men øllum heiminum, og avstralska stjórnin vil hava ST-trygdarráðið at seta tiltøk í verk ímóti Norðurkorea alt fyri eitt.
-Vit eru til reiðar at taka undir við búskaparligum tiltøkum, segði John Howard, forsætisráðharri, í morgun.
Kina fordømdi
Norðurkorea varskógvaði kinesisku stjórnina 20 minuttir undan spreingingini, og Beijing kunnaði alt fyri eitt USA, Japan og Suðurkorea um boðini. Men kinesiska stjórnin var alt annað enn fegin um royndarspreingingina.
-Norðurkorea hevur skúgvað mótstøðuna hjá altjóða samfelagnum til viks og hevur framt eina skammiliga royndarspreinging. Vit eru avgjørt ímóti hesari framferðini, stóð í einari kunngerð frá kinesisku stjórnini, sum bleiv lisin í almenna sjónvarpinum í morgun.
Samstundis eggjaði Kina norðurkoreonsku stjórnini til at steðga øllum tiltøkum, sum kunnu gera støðuna uppaftur verri.
USA krevur hóskandi svar
Amerikanska stjórnin var eisini skjót at gera vart við seg, tá tíðindini um spreingingina komu.
-Norðurkorea sigur seg hava framt eina kjarnorkuroyndarspreinging. Er tað so, er tað ein álvarssamur tilburður, segði talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Tony Snow. Hann legði afturat, at USA fylgir gjølla við gongdini í Fjareystri, og at norðurkoreanska royndarspreingingin ger tað neyðugt hjá USA at tryggja síni sameindu í økinum uppaftur betur.
-Men fyrst vænta vit, at ST-trygdarráðið fer at koma við einum hóskandi svari, segði Tonmy Snow. Hann upplýsti samstundis, at amerikanska fregnartænastan hevði skrásett ristingar í einum kjarnorkuroyndarøki í Norðurkorea í nátt.