Norðurkorea hóttir við kríggi

Norðurkorea kann fara at leypa á amerikanararnar heldur enn at bíða eftir, at USA fer at leypa á landið, tá kríggið við Irak er av

NorÐurkorea-USA
Árni Joensen:

Tað sigur ein talsmaður hjá stjórnini í Pyongyang við bretska blaðið The Guardian.
- USA sigur, at tað skal avgreiða Irak fyrst, og at vit eru næst í røðini. Men vit hava okkara móttiltøk. Tað eru ikki bara amerikanararnir, sum kunnu fremja fyribyrgjandi álop, sigur Ri Pyong-gap við blaðið.
Ávaringin hjá tals-manninum kom, samstundis sum suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap endurgav tað størsta noðurkoreanska blaðið, Rodong Simmun, fyri at hava havt líknandi ávaringar.
- Fremja amerikanarar eitt sokallað fyribyrgjandi álop á okkara friðarligu kjarnorkuverk, fara vit at svara aftur við kríggi, veruligum kríggi, skrivaði tað norðurkoreanska blaðið sambært Yonhap.
Blaðið vil vera við, at amerikanararnir eru í ferð við at fyrireika eitt álop á tað týdningarmesta norðurkoreanska kjarnorkuverkið, Yongbyon, sum sambært norðurkoreansku myndugleikunum verður nýtt til at útvega landinum ta neyðugu elorkuna.
Amerikanarar hava avsannað, at teir ætla at leypa á Norðurkorea. Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, hevur kortini sagt, at tað kann gerast ein trupulleiki fyri norðurkoreanar, taka teir sína kjarnorkuverkætlan uppaftur, og um teir fara at útvega sær sjálvum og øðrum kjarnorkuvápn.