Norðurkorea og Suðurkorea samráðast

Umboð fyri stjórnirnar í Norðurkorea og Suðurkorea settust í morgun við samráðingarborðið, og hetta eru tær fyrstu beinleiðis samráðingarnar landanna millum síðani norðurkoreanska álopið á eina suðurkoreanska oyggj í november.

Tann fyrsti fundurin er í Panmunjom, sum er á markinum millum tey bæði londini, og sambært tíðindastovuni Yonhap eru tað heryvirmenn, sum sita við borðið. Teir skulu fyrireika samráðingar millum teir ovastu hernaðarligu leiðaranar hjá pørtunum, men tað er ikki greitt, nær tær samráðingarnar verða.

Viðurskiftini millum tey bæði koreonsku londini hava verið spent síðani seinasta vár, tá norðurkoreanar søktu eitt suðurkoreanskt herskip, og norðurkoreanska álopið á suðurkoreonsku oynna Yeonpyeong í november bøtti ikki um støðuna. Í seinastuni hevur Norðurkorea broytt kós og hevur mælt til samráðingar.