Norðurkorea vil aftur til samráðingarborðið við USA

Norðurkoreanskir myndugleikar eru nú aftur sinnaðir at samráðast við USA. Tað boða suðurkoreanskar myndugleikar frá, eftir at norðurkoreanski generalurin Kim Yong-chol møtti suðurkoreanska forsetanum Moon Jae-in í samband við hátíðarhaldið nú Vetrar-OL er endað. Tað skrivar BBC.


Norðurkoreanskar keldur hava ikki viðmerkt tíðindini, men sambært bretsku tíðindastovuni, so seta amerikanarar sum treyt, at Norðurkorea tekur stig at trappa niður menningina av kjarnorkuvápnum, áðrenn farið verður til samráðingar.


Ivanka Trump, ið er dóttir amerikanska forsetan Donald Trump, var eisini til staðar til hátíðarhaldið, men sambært BBC, so ynskti hon ikki at hitta norðurkoreansku umboðini. Sambært USA, so var ætlanin annars, at amerikanski varaforsetin Mike Pence skuldi hitta umboð fyri Norðurkorea til hátíðarhaldið í samband við, at leikirnir vórðu settir, men av ókendum orsøkum valdi Norðurkorea at avlýsa avtaluna.


Sambært BBC, so er vitjanin hjá Kim Yong-chol í Suðurkorea umstrídd, tí mett verður, at hann stóð á odda fyri norðurkoreanskum álopum á suðurkoreansk skip og Yeonpyeong oynna í 2010. 46 suðurkoreanar doyðu í álopinum. Avvarðandi hjá teimum deyðu og konservativir politikarar royndu eisini at forða fyri at generalurin slapp inn í landið, tó uttan at tað eydnaðist.