Norðoyastevnuaftan komu 40 norðurlendskir gestir á vitjan í Klaksvík.
Vitjanin byrjaði í Býráðshøllini, har boðið varð uppá ein betri bita. Eftir tað kunnaði Dávur Winther, mentanarleiðari um Klaksvík, og hvat rørist her ? eisini um ymiskt eldri, sum hugaði gestunum at hoyra um.
Talan er um norðurlendska nevnd, NORNA, sum er ein navnafelagsskapur og viðgerð og umrøður víða um øll nøvn og heiti. Tað er Fróðskaparsetrið, ið er vertur fyri ráðstevnuni í ár, sum annars ferðast runt í norðurlondum - einaferð um árið.
Fyrilestrar vóru allan hósdagin og fríggjadagin. Leygardagin varð skipað fyri útferð, har tey so stukku inn á gólvið í býráðnum í Klaksvík, sóu Christianskirkjuna saman við Alex Sólstein, Norðoya Fornminnasavn, har Jógvan Ravnsfjall greiddi frá, og til endans legði ferðalagið á 40 at landi hjá Føroya Bjór, har Annika Waag tók í móti og greiddi frá virkinum, sum í 2013 kann halda sín 125 ára føðingardag.
Gestirnir lótu væl at blíðskapi, og serliga áhugavert hildu tey tað vera at heilsa upp á ein 95 ára gamlan mann, Jógvan Gerðalíð, sum var so gløggur og skilagóður í práti. Hann var ávegis at fáa sær eitt atgongumerki til einrøðuleikin »Í mínum hondum«, sum Eyð Matras framførir, um »skyldfólk hansara úr Gerðalíð«, sum hann tók til.
Jógvan helt, at Kunningarstovan var har, sum býráðshøllin nú er, og gekk hann tí »forkert« ? men lukkutíð fyri tað, tí so mikið betri gekk prátið við henda fróðarmann, sum gestirnir høvdu nógv at samskifta við og um.