Norðurlendska innrásin í Washington

Annika Olsen, landsstýriskvinna í norðurlandamálum
---

Í seinastu viku byrjaði norðurlendski festivalurin Nordic Cool í “The John F. Kennedy Center for the Performing Arts” ella vanliga nevnt Kennedy Sentrið í Washington. Kennedy Sentrið er mest virkna og prestigufulla mentanarhúsið í USA, har umleið 2.000 framførslur fara fram árliga og við umleið 2 mió. áskoðarum. Fokus verður í ár sett á norðurlendska list, film, bókmentir, sjónleik, dans, design, matgerðarlist og tónleik, og heili 700 listafólk úr øllum teimum 8 norðurlondunum hava fingið høvi at sýna sína list fram. Talan er um størsta mentanarliga átak til frama fyri norðurlendskari list nakrantíð í USA. Kennedy Sentrið varð vígt í 1971 til minnis um fyrrv. amerikanska forsetan av sama navni, sum fyri skjótt 50 árum síðani varð tikin av døgum í Dallas, og ikki er lætt at fáa atgongd til at vísa sína list fram í hesum tignarliga mentanarhúsi.



Nordic Cool hevur eina sera víttfevnandi skrá. Kostnaðurin av Nordic Cool er 46 mió. kr., harav tær 10 mió. kr. koma frá teimum norðurlendsku londunum íroknað tær 4,5 mió. kr., sum Norðurlandaráðharraráðið letur. Kennedy Sentrið roknar við, at eini 250.000 fólk fara at koma til tiltøkini fram til og við 17. mars í ár, tá ið festivalurin er av. Harumframt skriva og senda amerikansku fjølmiðlarnir nógv frá Nordic Cool.

Tá Nordic Cool opnaði, vóru m.a. norðurlendsku samstarvsráðharrarnir og norðurlendsku mentamálaráðharrarnir bodnir við. Fyri Føroyar vóru tað sostatt eg, sum norðurlendskur samstarvsráðharri og mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, sum vóru boðin til hátíðarløtuna í Kennedy Sentrinum. Føroyska mentanarlívið er væl umboðað av m.a. Yggdrasil, Eivør Pálsdóttir, Tróndur Paturson, Hanus Kamban, og Guðrun & Guðrun. Amerikanskir fjølmiðlar hava víst føroysku listini serstakliga stóran áhuga, m.a. hevði Washington Post langa grein um Trónd Patursson. Eisini eg merkti hendan áhuga. Eg hevði m. a. samrøðu við stóra amerikanska sjónvarpsrás, ið hevur 20 mió. hyggjarar. Eftir samrøðuna harmaðust tey um, at tey ongar myndir høvdu úr Føroyum, men her varð góð hjálp at heinta, og eg fekk handað teimum frálíka filmin hjá Elini Heinesen, sum somuleiðis verður at síggja í amerikonskum sjónvarpi í februar og mars.
Í sambandi við at Nordic Cool varð fyriskipað í Washington, hevði Svøríki, sum í ár hevur formansskapin í Norðurlandaráðharraráðnum, gjørt av, at samstarvsráðharrarnir skuldu hava teirra regluliga februar fund í Washington.

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir
Á fundinum millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnar var m.a. støðutakan til sparingar í fíggjarætlanini hjá Norðurlandaráðharraráðnum í 2014 á skránni. Eisini greiddi Ísland frá ætlanum teirra í samband við teirra formansskap í Norðurlandaráðharraráðnum í 2014.
Høvuðsevnið á samstarvsráðharrafundinum var visjónskjakið um norðurlendska framtíðarsamstarvið. Hetta var fyrsta kjakið í eini kjakrøð av trimum, og fokus var hesa ferð á nærøkissamstarvið/grannasamstarvið hjá norðurlondum. Norðurlandaráðið letur á hvørjum ári uml. 95 mió. kr. í nærøkissamstarv, og meginparturin av hesum pengum fer til samstarv við tey Baltisku londini. Í mínari røðu førdi eg fram, at ynskiligt var at styrkja nærøkissamstarvið meira í vest við Hetland, Orknoyggjar, Skotland og Ongland. Hesum stóðst eitt sindur av kjaki um, men samanumtikið varð hildið, at tað kundi verið skilagott eisini at víðka samstarvið hendan vegin. Harumframt vísti eg á týdningin av, at vit eiga at gera okkum greitt, hvørji tey norðurlendsku virðini eru, at vit vita hvørja kós vit vilja fara, og hvat okkara visjón fyri tað norðurlendska samstarvið er. Hetta til tess at standa sterkari í komandi altjóða samstørvum við eitt nú Ongland, Russland og Baltikum.
Aftan á fundin var fráfaringarhald í sambandi við, at Haldór Ásgrímsson, sum hevur verið aðalskrivari í Norðurlandaráðharraráðnum síðani 2007, leggur frá sær. Haldór Ásgrimsson er m. a. fyrrv. íslendskur uttanríkisráðharri og forsætisráðharri. Í mars mánaði í ár tekur Dagfinn Høybråten við sum nýggjur aðalskrivari. Dagfinn Høybråten, ið er norðmaður, hevur áður verið ráðharri í sosial og heilsumálum og í arbeiðs- og sosialmálum í norsku stjórnini. Eisini hevur Dagfinn Høybråten verið formaður í Norðurlandaráðnum.



Vitjan í Heimsbankanum
Í sambandi við ráðharrafundin í Washington nýtti eg somuleiðis høvið at hava ymsar fundir og vitjanir. Millum annað varð vitjað í Heimsbankanum, har greitt varð frá virksemi bankans. Eisini varð greitt frá einari serligari verkætlan, sum nevnist “Global Partnership for Oceans”, ið er ein yvirlýsing um sunn og virkin høv, sum skulu vera við til at minka um fátækaradømið í heiminum. Henda verkætlan fevnir um fleiri áhugaverdir tættir, sum vit óivað kunnu fáa gleði av at taka lut í.




Fundur var eisini í amerikanska uttanríkisráðnum, har eg fekk greitt nærri frá tí amerikanska arktiska politikkinum og trygdarpolitikkinum í tí norðuratlantiska økinum. Í Kongressini hevði eg fund við varasenatorin hjá Mark Begich úr Alaska, sum greiddi frá teirra arktiska politikki og teirra støðu í tí arktiska økinum. Hesin fundurin var sera gevandi, tí tað vísti seg, at áhugin var stórur fyri samstarvi við Føroyar, tí avbjóðingar og møguleikar í arktiska økinum eru nógvar av teimum somu. Avtalað varð somuleiðis á fundinum at halda eitt tætt samstarv, og hevði tað verið áhugavert at bjóða senatorinum á vitjan í Føroyum.

Fundur við trydarráðið í Hvítu húsunum
Tað er ikki á hvørjum degi, at tað er møguleiki fyri at fáa fund í lag við amerikanska trygdarráðið í Hvítu húsunum (The White House National Security Council). Dyrnar vóru latnar upp fyri okkum, og vit vóru væl móttikin. Eg hevði ein sera konstruktivan og positivan fund við nærmastu persónligu ráðgevararnar hjá Barack Obama um amerikansku arktisku strategiina. Tey sýndu sera stóran áhuga fyri Føroyum og møguleikanum fyri mennandi samstarvi við Føroyar, tí eitt nú Alaska og Føroyar hava nógvar av teimum somu avbjóðingunum í Arktisk orsakað av veðurlagsbroytingunum. Avgjørt varð at halda tætt samband um komandi samstørv. Hesin fundurin kann somuleiðis slóða fyri, at felags áhugamálini, vit hava við Amerika/Alaska, kunnu lyftast á eitt enn hægri støði í eitt nú londunum sínámillum í Arktiska ráðnum.


Samanumtøka
Tað er einki at ivast í, at innrásin hjá Norðurlondum við Nordic Cool hevur sett okkara heimspart enn ovari á breddanum hjá amerikumonnum. Vit fáa óivað eisini okkara part burturúr hesum. Okkara ferðaráð er virkið í hesum sambandi, eins og okkara listafólk vísa fram teirra serligu og áhugaverdu dygdir. Eg ivist onga løtu í – tað merkti eg eisini hesar dagarnar, eg var í Washington – at áhugin fyri Norðurlondum er stórur, og hann gerst enn størri í sambandi við Nordic Cool. Áhugin fyri Føroyum veksur eisini. Tað kemur uttan iva at gagna okkara ferðavinnu, og vónandi kemur okkara vinna og politisk samstørv at njóta gott av hesari innrásini í USA í framtíðini.

Í tí Norðurlendska samstarvinum eru vit væl við, og vit gera alt tað, vit eru ment fyri at gera okkara ávirkan galdandi, so vit kunnu vinna okkum so góðar sømdir, sum til ber innan fyri verandi karmar, áðrenn vit vónandi um ikki so langa tíð fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlandaráðharraráðnum. Vit fáa í dag nógv burturúr tí norðurlendska samstarvinum, men við miðvísum og áhaldandi arbeiði ber til at fáa meira burturúr hesum frálíka samstarvi, sum klárt vísir sínar dygdir í Washington.