Hósdagin 20. og fríggjadagin 21. mai verður felagið Føroyskir Sálarfrøðingar vertur fyri fakligum samstarvsfundum millum leiðslurnar í Norðurlendsku sálarfrøðingafeløgunum.
Fyrra dagin er fundur fyri samráðingaleiðarar, og har verða ymisk arbeiðsmarknaðarmál hjá sálarfrøðingum í Norðanlondum á skránni.
- Felag okkara verður umboðað saman við Magistarafelagi Føroya, sum er yrkisfelag sálarfrøðinga á almennum arbeiðsmarknaði, sigur felagið Føroyskir Sálarfrøðingar.
Seinna dagin er tað SAK - sum stendur fyri »Samarbetskomitéen for Nordiska Psykologförbunden« - sum fundast í Havn. Nevndin er samansett av formonnum og skrivarum, og skráin er fjølbroytt: støðan hjá feløgunum í mun til nýggju felags europeisku autorisatiónina EuroPsy, og tilsvarandi serfrøðigóðkenningar, støðutakan sálarfrøðinga til krøv frá heilsumyndugleikum um granskingargrundaða sálarviðgerð, og annars verður orðaskifti um ólík faklig viðurskifti hjá sálarfrøðingum í teim 6 londunum sum luttaka á fundinum.
Samstarvsnevndin hittist tvær ferðir árliga - til skiftis millum høvuðsstaðirnar - meðan fundir fyri samráðingaleiðarar eru eina ferð árliga. Hetta er triðju ferð at Føroyskir Sálarfrøðingar luttaka í sum javnbjóðis hesum samstarvi, og fyrstu ferð at føroyska felagið skipar fyri. Nevndin í felagnum varð annars skipað 14. apríl 2010 við Kára Leivssyni sum formanni, Kathrinu Lindenskov Holm sum kassameistara, Tóru Petersen sum skrivara, og Hera Kragesteen sum nevndarlimi fyri kunning, samskifti og fakfelagsuppgávur. Meir um felagið kann lesast við at vitja www.psykolog.fo