Norðurlond skulu finna loysnir í felag

Høgni Hoydal heldur, at Norðurlond skulu finna felags loysnir at stýra fíggjarmarknaðinum, og hann rør fram undir, at Norðurlond fáa felags gjaldoyra og fíggjareftirlit Løgtings- og fólkatingsmaðurin Høgni Hoydal tekur lut á Norðurlandaráðsfundunum í Helsinki. Á fundi í dag segði hann, at fíggjarkreppan og altjóða orku-, umhvørvis- og veðurlagskreppan er ein stór avbjóðing fyri tað norðurlendska samstarvið og krevur felags samhaldsfastar loysnir.

- Norðurlendska samstarvið, virðini og solidariteturin hava fingið sína størstu avbjóðing nakrantíð við heimsumfatandi fíggjarkreppuni. Vit mugu vísa norðurlendskan solidaritet og finna loysnir í felag. Vit skulu hava felags norðurlendska stýringin av fíggjarkapitalinum, og hví ikki hava felags norðurlendskt gjaldoyra og fíggjareftirlit, segði Høgni Hoydal.

- Vit mugu leggja áherðslu á burðardygga framleiðslu, umhvørvisvernd og veðurlagsbroytingarnar, og kanska áttu norðurlendsku samstarvsráðharrarnir at verið loystir frá øllum uppgávum næsta árið og bert arbeitt við hesum, segði hann.