Norðurstreymur fór við mest sum øllum

Í øllum mjørkanum var høvuðsstaðurin ongul í reyv í kappróðrinum á Havnarvág

Ólavsøkuaftan staðfestu norðurstreymoyingar, at teir eru sera knáir í kappróðri. Vestmenningar, sundalagsmenn, kvívíkingar og kollfirðingar áttu nógv viðhaldsfólk á Molanum og úti á Tinganesi. Sum hjá øllum hinum kappróðrarhugaðum, so var tað eisini soleiðis hjá norðstreymoyingum, at tey sóu ikki so nógv av róðrunum, sum tey fegin høvdu viljað sæð, men úrslitini siga frá, at tey høvdu alla orsøk at vera í góðum lagi, tá tey fóru aftur gjøgnum Kollfjarðartunnilin ? um tað so var ólavsøkuaftan, ólavsøkudag ella kanska ikki fyrrenn í gjár.

Av teimum seks FM kappróðrunum vunnu manningar úr Norðurstreymi ikki færri enn fimm. Gamaní er Kollafjørður á veg upp í Tórshavnar kommunu, men teir eru ikki rættuliga komnir uppí enn, og teir hoyra framvegis til Norðstreymoyar valdømi.

Hvalvík og Streymnes gjørdu bart umborð á Hvessingi og vunnu báðar róðrarnar, sum tey tóku lut í. Genturnar umborð á Kolli úr Kollafirði vunnu í kappingini millum 5-mannafør við gentum, Junkarin úr Kvívík vann kappingina millum 5-mannaførini við dreingjamanningum, og vestmenningar vunnu kappingina millum 8-mannafør. Teir mannaðu Gullbrand, sum annars hoyrir til í Fuglafirði.

Norðurstreymoyingar vunnu allar róðararnar uttan kappingina millum 10-mannaførini. Har vann Eysturoyingur, men tey í norðara partinum av Streymoynni undirstrikaðu eisini í tí kappingini, at teirra øki hevur verið tað besta í kappróðrinum í 1998. Kjølur úr Kollafirði kom triðjur á mál, og Vestmenningur var honum næstur.

Tað eru seks FM róðrar, og róðrarfólkið plagar at siga, at eitt FM heiti uttan sigur á ólavsøku kennist ikki á sama hátt sum um tað er vunnið við ólavsøkusigri. Í ár vunnu tríggir bátar ólavsøkuróðurin og FM ? Junkarin við dreingjum, Hvessingur við kvinnum og Eysturoyingur. Tríggjar manningar vunnu FM, men ikki á ólavsøku ? Ørnin við gentumanning, Snopprikkur við monnum og Argjabáturin.


Skrædl fyri høvuðsstaðin

Úrslitini av ólavsøkuróðrinum vóru ein undirstriking av, at Havnar Róðrarfelag úrslitaliga hevur havt eitt so soltið kappróðrarár, sum vit skulu nógv ár aftur fyri at finna makan til.

Eingin bátur hjá felagnum, sum saman við Róðrarsambandinum skipaði fyri róðrinum, vann á ólavsøku, og heldur eingin annar av teimum mongu bátunum, sum í summar hava vant á Havnarvág, var fyrstur á mál.

Tað eru tíggju ár síðani, at eingin havnarbátur ella argjabátur vann á ólavsøku, og tað tykist sum um, at tað umleið er tíggjunda hvørt ár, at tað gongst minni væl hjá suðurstreymoyingum á ólavsøku, tí heldur ikki í 1979 vann nakar bátur úr Havnini á ólavsøku (tá luttóku argjamenn ikki við egnum bátum).


Ofta skorist væl

Í fjør vunnu tríggir bátar úr hvøuðsstaðnum: dreingirnir umborð á Drekanum, Jarnbardur við kvinnum og Argjabáturin.

Í fyrraárið vunnu ikki færri enn fýra manningar hjá HR: Drekin við dreingjum, Sílið við gentum, Gongurólvur við monnum og Havnarbáturin. Ongantíð áður, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappingina í núverandi líki, hevur HR vunnið so nógvar róðrar á ólavsøku, sum teir gjørdu í fyrraárið.


Fleiri í aðru røð

Hjá havnarmonnum og annars kappróðrarhugaðum fólki í høvuðsstaðarøkinum er tað neyvan nóg mikið at frøast um plássini aftanfyri fremsta plássið, men hesa ferð náddu bátarnir, sum róðu í heimasjógvi altso ikki longur enn næstfremstu plássini.

Bestu bátarnir í høvuðsstaðnum á ólavsøku vóru Lómur og Blikur hjá argjamonnum, sum við ávikavíst kvinnum og dreingjum vóru næstfremstir. Somu endastøðu náddu Gongurólvur hjá HR, mannaður við monnum, og Húsavíkingur, sum er mannaður við havnarmonnum og fólki, sum býr í høvuðsstaðnum, og sum í summar hevur vant á Havnarvág.

Tað vóru tey, sum høvdu vónað, at Havnarbáturin kundi snýta Eysturoyingin á ólavsøku, men tað gjørdist ikki meiri enn til eitt annað pláss, og tá hetta var síðsti róðurin á ólavsøku, var tað ein veruleiki, at undir kappróðrinum var eingin havnarsangur spældur í útvarpinum, tí ein bátur úr høvuðsstaðarøkinum hevði vunnið á ólavsøku.

At kappróðrarárið í síni heild hevur verið eitt tað soltnasta yvirhøvur hjá Havnar Róðrarfelag verður undirstrikað av, at tað bara eydnaðist felagnum at vinna ein róður á øllum stevnunum. Tað vóru kvinnurnar umborð á Gongurólvi, sum syrgdu fyri tí á vestanstevnu á Miðvági.


Soltið hjá fleiri økjum

Inntil fyri ikki so mongum árum síðani kappaðust ymsu økini og bygdirnar um at vera fremst og best, tá tað ráddi um skip og flakavirkir. Tann kappingin tykist vera fánað heilt nógv ? fyri ikki at siga, at hon er horvin ? og tað hevur ofta verið havt á munni, at nú er tað bara í ítrótti og serliga í fótbólti og í kappróðri, at tað verður kappast. Eftir at kappróðrarárið 1998 er lokið kunnu vit staðfesta, at tað eru fleiri øki í landinum, sum ikki ella bara fyri ein evarska lítlan part taka lut í hesari kappingini.

Sandoyggin hevur ikki tikið lut í fleiri ár, Norðoyggjar hava tikið lut í kappingini hjá dreingum og gentum, men úrtøkan hevur verið soltin, Suðuroyggin hevur ilt við at fylgja við ? Snopprikkur úr Hvalba var mannaður í høvuðsstaðnum ? og eysturbygdirnar í Eysturoy hava so at siga ikki verið við í kappingini í ár ? Erla Kongsdóttir hevur verið undantakið.

Tað er meginøkið og fyrst og fremst Norðurstreymur og høvuðsstaðurin, sum eiga flestu manningarnar.

jh