Nordea market maker hjá Eik

Nordea er vorðin market maker hjá Eik. Siktið er at økja áhugan fyri Eik-partabrævinum, nú áhugin á altjóða marknaðinum fyri at handla bankapartabrøv sum heild hevur verið avmarkaður seinastu mánaðirnar

Eik og Nordea hava undirskrivað avtalu um, at stóri norðurlendski bankin frameftir skal virka sum market maker hjá Eik, skrivar heimasíðan hjá Eik, www.eik.fo

Avtalan ber í sær, at Nordea bindur seg til frameftir at seta dagligar keyps- og søluprísir á Eik-partabrævinum, tá tað snýr seg um handilin á danska marknaðinum. Eisini inniber avtalan, at Nordea javnan fer at skipa fyri fundum uttanlands, har kunnað verður um Eik partabrævið.

Siktið við nýggju market maker-avtaluni er at økja áhugan fyri Eik-partabrævinum, ið varð skrásett á partabrævamarknaðunum í Íslandi og Keypmannahavn 11. juli í fjør. 

-
Avtalan er liður í okkara arbeiði at økja kunnleikan til Eik á marknaðinum. Nordea skal frameftir marknaðarføra Eik og okkara partabræv mótvegis møguligum nýggjum íleggjarum. Málið er at økja vitanina um Eik og áhugan fyri partabrævinum. Tað skuldi eisini gjarna givið størri umsetning í handlinum við Eik-partabrøvum, sigur Finn Danberg, undirstjóri og IR-ábyrgdarhavandi í Eik Banka.

Seinastu mánaðirnar hevur áhugin fyri handli við bankapartabrøvum sum heild verið lítil orsakað av altjóða fíggjarkreppuni. Nordea er ein av stóru norðurlendsku bankunum.