Saman við Norrøna Felagnum umsitur Arbeiðsloysisskipanin Nordjobb í Føroyum. Hetta er norrøn verkætlan, sum byrjaði í 1985. Árið eftir vórðu Føroyar við í ætlanini og hava verið tað síðani.
Í fyrra árið fór samlaða talið á norrønum ungdómum, sum høvdu roynt Nordjobb, um tey 10.000. Øll norrønu londini hava verið við í tiltakinum, sum er afturvendandi á hvørjum ári og sum Norrøna Ráðharraráðið fíggjar.
Hydro Aluminium
Mangar fyritøkur, bæði stórar og smáar, hava samstarvað við Nordjobb. Í tíðindaskrivi í 1996 sigur stórfyritøkan Hydro Aluminium á Karmøy í Noregi soleiðis um Nordjobb:
»Hydro Aluminium Karmøy har hatt nordjobbere siden starten i 1985. Utvekslingen har gitt oss en fin anledning til å bli kjent med og knytte flere bånd mellom de nordiske landene. Hydro Aluminium ser positivt på å engasjere ungdommer fra de nordiske land via et slikt utvekslingsprogram, da Nordjobbprogrammet ses på som et fruktbart samarbeide mellom arbeidstaker og arbeidsgiver«.
20.000 ár 2000
Júst sambandið við arbeiðsgevarar er neyðugt í hesi norrønu verkætlan. Tey, ið skipa fyri Nordjobb, hava nevniliga sett sær fyri, at lata eins mong og higartil fáa eitt Nordjobb, hetta til aldarskiftið. Tað vil siga, at tilsamans 20.000 norrønir ungdómar skulu hava roynt seg í einum Nordjobbi, tá vit fara inn í ár 2000.
Sum Nordjobbari, fært tú eitt starv í einum av norrønu grannalondunum. Starvsskeiðið er frá miðjum mai til miðjan september, tó í mesta lagi 3 mánaðir. Norrøna Felagið á staðnum finnur bústað og skipar fyri frítíðarvirksemi. Nordjobbarin rindar tó sjálvur ferð og uppihald, men fær løn, eins og fólk á staðnum í sama starvi.
Kollfirðingur 3 ferðir Nordjobbari
Ein ungur kollfirðingur, Poul Eli í Homrum, hevur ikki færri enn tríggjar ferðir verið nordjobbari. Hann greiðir soleiðis frá:
»Tríggjar ferðir havi eg verið í øðrum londum sum Nordjobbari. Tvær ferðir í Álandi og einaferð í Svøríki. Fyrstu ferð var í 1991. Alt var so nýtt og ókent og eg hevði ikki gjørt mær so nógvar tankar um hvørki Áland ella nakað norðurlendskt samstarv. At eg valdi Áland, komst kanska mest av tí, at oyggjaleikirnir vóru har tað árið og so alt hetta góðveðrið og sólin, ið vit sum føroyingar í Føroyum ofta mugu ferðast langt fyri at síggja.
Summarið skuldi vísa seg at blíva ógvuliga hendingaríkt og stuttligt. Umframt allar Nordjobbararnar, kom eg á arbeiðsplássinum eisini í samband við ungfólk úr Finlandi, Svøríki og Estlandi. Her kann eg til stuttleika nevna, at ein genta eg arbeiddi saman við, hon var úr Svøríki, møtti eg aftur í 1996, tá vit komu at ganga á sama landbúnaðarskúla í Skåne.
Summarið kom at enda og eg fór heimaftur við skjáttuni fullari av upplivingum hugbiringum um alt eg hevði sæð og hoyrt. Hetta ætlaði eg avgjørt at royna aftur.
Á vári 1993 fór eg aftur til Álands sum Nordjobbari. Hetta vísti seg at skula blíva minst líka stuttligt, sum fyrru ferðina.
Summarið 1995 var eg aftur uttanlanda sum Nordjobbari, hesaferð í Stockholm. Lívið í einum stórbýi, sum hesum, við meiri enn einari millión íbúgvum er sjálvandi nógv øðrvísi enn í Álandi. Men við tí sera hendingaríku frítíðarskránni, ið leiðararnir borðreiða við, fer eingin løta fyri skeyti.
Eg kann út frá hesum trimum ferðum í Álandi og Svøríki við bestu sannføring, biðja allar føroyskar ungdómar søkja eitt Nordjobb. Tað verður uttan iva eitt sera gott minni og eitt upplivilsi fyri lívið. Tað er tað fyri meg!«
Hvør kann søkja
Høvið at søkja Nordjobb hava tey, ið fylt eru 18 ár, men ikki 26 ár hin 1. juli í ár. Harafturat skal umsøkjarin hava rikisborgararætt í einum av norrønu londunum og kunna málbera seg skilliga á skandinaviskum, tað er antin donskum, norskum ella svenskum.
Síðsta freist, at søkja Nordjobb í ár er hin 1. mai. Serstøk umsóknarbløð, ið skulu nýtast, fáast frá Arbeiðsloysisskipanini og miðnámsskúlum kring landið.
Størvini, sum Nordjobbarar fáa, eru ógvuliga ymisk. Ilt er at søkja ávís størv, men í umsóknarblaðnum fært tú høvið at velja tað virkisøkið, tú serliga hevur áhuga fyri. Lønin er hin galdandi á staðnum.
Um Internetið ber eisini til at koma í samband við Nordjobb og støðugt kunna seg við arbeiðsmøguleikarnar í grannalondunum. Adressan er:
Fundur í Norðurlandahúsinum
Nordjobb-ráðgevi í Føroyum er Birita Hansen. Hon er 26 ára gomul, er útbúgvin korrespondentur og starvast dagliga á ávísingareildini hjá Arbeiðsloysisskipanini. Aftusær hevur hon ein frítíðarleiðara, 25 ára gomlu Lailu Ísheim Thomsen, sum skipar fyri útferðum og øðrum tiltøkum fyri Nordjobbarum, sum koma higar.
Mikukvøldið hin 18. februar fer Nordjobb-ráðgevin Birita Hansen at greiða frá um Nordjobb í Norðurlandahúsinum. Ungir føroyingar, sum eisini hava roynt Nordjobb, verða við á fundinum. Høvið verður eisini at fáa umsóknarbløð á fundinum, sum er almennur.
Tað er Norrøna Felagið í Føroyum sum skipar fyri fundinum um Nordjobb, sum verður mikukvøldið kl. 19.30.