Norðmaður er deyður í Gaza

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hevur í kvøld snakkað við egyptiska forsetan, Abdel Fattah El-Sisi.

 

Í kvøld ganga tíðindi um, at ein norskur ríkisborgari er deyður í Gaza. Norska uttanríkisráðið sigur við Verdens Gang, at tey í kvøld hava fingið hesa fráboðan.

 

Tað eru fleiri norskir ríkisborgarar í Gaza, men enn hevur tað ikki eydnast teimum at sleppa úr landinum.

 

Í kvøld hevur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, snakkað við egyptiska forsetan, Abdel Fattah El-Sisi, men sum skilst, tosaðu teir báðir saman, áðrenn tíðindini um deyða norska ríkisborgaran bórust.

 

Evnið, sum Støre og El-Sisi umrøddu, var sjálvsagt trupla støðan og kríggið í Gaza.

 

- Í samrøðuni viðurkendi eg, at Egyptaland hevur ein týdningarmiklan leiklut, bæði humaniteran og politiskan.

 

Jonas Gahr Støre sigur, at teir báðir vóru samdir um, at tað hevur skund at fáa í lag vápnahvíld, soleiðis at neyðhjálp kann flytast inn i Gaza.

 

Egyptaland hevur mark til Gaza, og egyptiska marknaðliðið Rafah hevur verið nógv frammi, síðan kríggið millum Hamas og Ísrael byrjaði. 

 

Tað er her, at útlendingar eru slopnir úr Gaza, men enn hevur tað ikki eydnast norðmonnum at sleppa úr landinum.

 

- Vit eru ógvuliga órógvað um allar teir norsku ríkisborgararnar, sum ikki sleppa úr Gaza.

 

Í samrøðuni við egyptiska forsetan í kvøld bað Jonas Gahr Støre um hansara hjálp til at fáa norsku ríkisborgararnar úr krígsherjaða økinum.