Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa fyri fyrra hálvár 2013 var eftir skatt eitt avlop upp á 7,1 milliónir krónur, sammett við 2,7 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í undanfarna ári. Hetta er ein øking upp á 4,4 milliónir krónur.
Úrslitið av vanliga rakstrinum, tá sæð verður burtur frá niðurskrivingum upp á útlán og virðisjavnan, var eitt avlop upp á 9,9 milliónir krónur, sum er eitt lítið vet betri enn sama tíðarskeið í fjør. Sparikassin væntar framvegis, at úrslitið av vanliga rakstrinum í 2013 verður umleið 20 milliónir krónur.
Hóast niðurskrivingar upp á útlán upp á 5,2 milliónir krónur, ið er áleið tað sama sum undanfarna ár, er sparikassin nøgdur við gongdina 1. hálvár 2013.
Á aðalfundinum í apríl samtykti umboðsráðið at renta ábyrgdarpeningin við í miðal 6,5 prosentum fyri árið 2012. Hesin rentupolitikkur verður óbroyttur fyri 2013. Ábyrgdarar kunnu í mesta lagi eiga upp til kr. 300.000 í ábyrgdarpeningi, uttan at loyvi krevst frá nevndini. Ábyrgdarpeningurin kann uppsigast einaferð um árið.
Avlopið av virðisjavnan var fyrra hálvár 2,4 milliónir krónur. Sama tíðarskeið í fjør vísti virðisjavnan eitt hall upp á 1,3 milliónir krónur. Høvuðsorsøkin til góðu gongdina í virðisjavnanum er, at sparikassin fyrra hálvár hevur havt vinning av fíggjarligumtólum upp á tilsamans 2,5 milliónir krónur. Sparikassin hevur eftir hálvárið staðfest meginpartin av hesum vinningi.
Eftir at sparikassin í 2012 vendi innlánsundirskoti til innlánsyvirskot, er eftirspurningurin eftir útlánum aftur farin at merkjast í sparikassanum. Fyrra hálvár 2013 øktust útlánini við 2,5% úr 1.480 upp í 1.518 milliónir krónur. Innlánini minkaðu við 0,5% úr 1.638 niður í 1.630 milliónir krónir. Innlánsavlopið er nú 112 milliónir krónur.
Fyrra hálvár 2013 hevur sparikassin afturgoldið restina av láni frá Tjóðbankanum upp á 102 milliónir krónur. Hóast alt lánið er afturgoldið áðrenn tíðina, so er gjaldførið framvegis gott. Yvirdekningurin í mun til lógarkravið pr. 30. juni 2013 var 143,8%.
Tann 30. juni 2013 var solvensurin 18,3%, meðan individuelli solvenstørvurin var 11,3%. Solvensyvirdekningurin pr. 1. hálvár 2013 er uppgjørdur til 7 prosentstig.
Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Marner Mortensen, stjóra í Norðoya Sparikassa.