Formaðurin í svenska fólkaflokkinum í Finnlandi, Carl Haglund, heldur tíðina vera komna, at norðurlendska samstarvið verður lyft upp á eitt hægri stig.
Í samrøðu við dagblaðið Helsingin Sanomat sigur SFP-formaðurin, at ein felags norðurlendskur borgaraskapur átti at verið eitt upplagt dømi um økt samstarv millum norðurlond.
Carl Haglund vísir á, at tað er lætt hjá norðurlendskum borgarum at flyta millum norðurlond fyri at arbeiða ella lesa, men at tað kann vera trupult at seta á stovn eina bankakontu, fáa ansingarpláss til børnini ella at leiga ein bústað.
- Hesir trupulleikarnir kundu verið loystir, um vit høvdu ein felags norðurlendskan borgaraskap, sigur SFP-formaðurin.