? Stýrisfundurin eydnaðist sera væl, og vit komu ígjøgnum tey mál, vit høvdu sett okkum fyri at viðgera, sigur føroyska umboðið í stýrinum í DNF og formaður í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð.
DNF er ein norðurlendskur samstarvsbólkur. Den Nordiske Funktionærsammensluttning verður hann kallaður. Um ein kann samanlíknað hann við føroysk viðurskifti, verður tað til ein samstarvsbólkur fyri tey norðurlendsku starvsmannafeløgini.
DNF umboðar eini 100.000 limir í teimum fimm Norðurlondunum, sum eru við í samstarvsbólkinum. Tey eru Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Føroyar. Arbeitt verður eisini fyri at fáa Ísland við, men enn er tað ikki eydnast.
Undirnevndir eisini við
DNF-stýrið hevur eitt umboð úr hvørjum landi. Á stýrisfundinum í vikuskiftinum vóru tó bara fýra umboð. Finska umboðið hevði nevnliga fingið forfall, og kom tí ikki.
Samstundis sum DNF-stýrið hevði stýrisfund í Føroyum, høvdu formenninir í teimum ymisku undirnevndunum eisini sín fund. Hetta eru nevndir fyri millum annað trygging, ognir, vaktarhald og reingerð.
Einaferð áður hevur DNF havt stýrisfund í Føroyum. Tað var fyrst í 90?unum.
Umframt at fundast, fingu útlendingarnir eisini sæð nakað av Føroyum. Teir vóru millum annað í Landsstýrinum, og fingu kunning um Føroyar. Eisini vóru teir ein túr undir Vestmannabjørgunum.
DNF hevur havt ávirkan
Gunnleivur metir DNF hevur havt sína ávirkan, eisini her í Føroyum.
? Undir lønarsamráðingunum í ?92 og ?93 hevði Løgtingið hug at leggja uppí samráðingarnar. Her hugsi eg um lønarniðurskurðin. Starvsmannafelagið varð tá bakkað upp av DNF sum átalaði, at samráðingarrætturin á henda hátt varð tikin frá feløgunum. Lurtað varð eftir klaguni, og hon varð tikin til eftirtektar.