Eins og flestu lond kring um okkum, hevur Noreg eisini fingið fleiri koronu-tilburðir seinastu tíðina, og samdøgrið fram til í gjár vórðu staðfestir tilsamans 124 nýggir tilburðir.
Samlaða talið av smittaðum í Noregi er nú komið upp á 12.769 fóllk.
Tær kommunur, sum hava veksandi smittutøl í løtuni, eru Oslo, Bergen, Tróndheim, Lillestrøm, Drammen, Indre Østfold, Lørenskog, Nordre Follo, Ullensaker og Fauske.
Í nøkrum kommunum er talið av koronu-tilburðum minkandi, og hesar kommunur eru eitt nú Fredrikstad, Sarpsborg, Moss, og Asker.
Í løtuni eru 16 fólk innløgd í Noregi, og samlaða talið av deyðum er 267, sum er eitt lutfalsliga lágt tal í mun til talið av deyðum í eitt nú Svøríki og Danmark.
Í Danmark eru 635 fólk higartil deyð við korona, og í løtuni eru 58 fólk innløgd, harav trý liggja á intensivari deild. Samlaða talið av smittaðum í Danmark er higartil 21.847.