Í finaluni, sum bleiv spæld í Boxen í Herning í Danmark, vann Noreg í finaluni á verandi europameistarunum úr Fraklandi.
Noreg var omaná tað mesta av dystinum, men eitt skifti í seinna hálvleiki komu fronsku kvinnurnar fyri seg og fingu eisini lagt seg á odda, men Noreg svaraði skjótt aftur og vann finaludystin 22-20.
Í dystinum um bronsuna vann Kroatia rættiliga óvæntað á donsku vertunum.