Noreg er sinnað aftur at eiga partabrøv í SAS

Sjálvt um Noreg aftur kann gerast eigari í SAS, so er tað ikki ætlanin at vera langtíðareigari, sigur ráðharri

 

Norska stjórnin er opin fyri at hjálpa kreppurakta SAS við at umleggja eitt lán til SAS til partabrøv í felagnum.

Tað sigur norski vinnumálaráðharrin, Jan Christian Vestra, á tíðindafundi í morgun.

Síðani 2018 hevur Noreg ikki havt partabrøv í SAS. Men fyri at hjálpa felagnum gjøgnum koronufarsóttina gav norski staturin undir farsóttini SAS eitt lán upp á hálva aðru milliardir norskar krónur.

Tað er hetta lánið, sum norski staturin nú er sinnaður heilt ella lutvíst at leggja um til partabrøv í SAS.

Norski vinnumálaráðharrin leggur dent á á tíðindafundinum, at stjórnin ikki hevur ætlanir um at gerast langtíðar eigari í SAS. Tað er heldur ikki ætlanin at skjóta fleiri pengar í felagið.

– Stjórnin hevur eisini gjørt av, at vit undir serligum treytum kunnu góðtaka at leggja alla ella part av skuldini um til partabrøv, um tað verður neyðugt, sigur Jan Christian Vestre á tíðindafundinum.

/ritzau/