Noreg er skakað

Noreg er skakað, nú trý fólk fyrrapartin eru skotin í Sandefjord. Øll manning, sum løgreglan hevur í økinum, leitar nú eftir einum manni í sekstiárunum, sum er vápnaður. Ein kvinna er skotin í høvdið. Hon er loftvegis flutt á universitetssjúkrahúsið í Ullevål. Støðan hjá henni er ivasom. Ein maður er skotin í ryggin ? og ein í bringuna.

Maðurin, sum er skotin í ryggin, er á veg til Oslo í sjúkrabili, og ivasamt er eisini, hvussu støðan hjá honum er.

Hinvegin er støðan hjá manninum, sum er skotin í bringuna, støðug, men kortini ikki greið.

Sambært Sandfjords Blad skal ein maður við hundi vera komin oman til økið, sum rópt verður Badeparken. Har er illstøða komin í, og maðurin varð biðin um at fara.

Maðurin fór, men kom aftur við einum kaliber 22 revolvara og skeyt tey trý fólkini.

Nú leitað verður eftir manninum, og hann eftir øllum at døma er vápnaður, heitir løgreglan í økinum á fólk um at ansa sær.