Noreg ger verjuavtalur við Nato-lond í Ankara

- Í dag fer heimurin at síggja, at evropeiski vápnaídnaðurin samstarvar um at menna framtíðar vápn. Hetta er "made in Nato", sum Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, tekur til

 

Norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik

Norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik, er í hesum døgum í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, har Nato-topfundur verður í vikuni.

 

- Tað er framvegis sera týdningarmikið at styrkja evropeiska verjuídnaðin. Fyri at tað skal eydnast við broyttu fyritreytunum í Nato, noyðast Noreg og sameind í Evropa at veksa um sína framleiðsluorku.

Tað sigur norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik, sambært www.tv2.no

 

Verjumálaráðharrin hevur luttikið á seminari undan Nato-toppfundinum.

Noreg hevur nevniliga skrivað undir avtalur við onnur Nato-lond, ið snúgva seg um menning og framleiðslu av landbaseraðum vápnum og lóðuri, samstarv um flogvenjing, samstarv um at fáa tilfar, standardisering av lóðuri, umframt førleikar í rúmdini.

 

Tore O. Sandvik sigur, at ætlanin við einum slíkum seminari undan Nato-toppfundinum er at styrkja samstarvið millum Nato, limalondini og ídnaðin, soleiðis at londini skjótari kunnu útvega sær rætta útbúnaðin til rætta tíð.

 

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sigur, at londini hava gjørt stór framstig, og íløgur á milliardir av evrum verða gjørdar.

 

- Í dag fer heimurin at síggja, at evropeiski vápnaídnaðurin samstarvar um at menna framtíðar vápn. Hetta er "made in Nato", sum Mark Rutte tekur til.

 

 

Norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik