Noreg hóttir nú við at boykotta olympisku setanina í Beijing, um kinesiska stjórnin ikki tekur mannarættindini í álvara Sambært norska kringvarpinum eru stjórnin og andstøðan á einum máli um, at Noreg eigur at boykotta OL-setanina í Beijing, um Kina ikki tekur altjóða mannarættindini í álvara.
Norsku politikararnir vísa á, at kinesiska stjórnin hevur lovað at bøta um mannarættindini, men at sambært Amnesty International er einki hent.
Einstøk ES-lond hótta eisini við at boykotta setanina í Beijing.