Noreg hevur aftur veksandi smittu

Norska kringvarpið veit í kvøld at siga, at smittutølini í landinum hava verið veksandi seinastu dagarnar.

 

 

 

Nýggjastu tølini úr Noregi siga, at talið av koronu-smittaðum seinasta samdøgur var 221. Hetta er ein tilburður meira enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

Seinastu sjey dagarnar hevur miðaltalið av nýggjum smittaðum um dagin verið 181. Teir sjey dagarnar frammanundan var miðaltalið 177.

 

Tað merkir, skrivar norska kringvarpið, at smittutølini í landinum hava verið veksandi seinastu dagarnar.

 

Í dag lógu 34 sjúklingar á norskum sjúkrahúsum við koronu. Tað er fýra sjúklingar færri enn í gjár, mánadagin.

 

Higartil eru 790 fólk deyð av - ella við - koronu í Noregi, síðan farsóttin tók seg upp.