Hondbóltur
Leygardagin vunnu norðmenn 29-27 á Makedonia í HM-millumbólki 2. Og ígjár vann Noreg ein dramatiskan dyst ímóti Týsklandi við úrslitinum 25-24. Håvard Tvedten og Kristian Kjelling skutu 7 mál í part, og vóru teir saman við málverjanum, Steinar Ege høvuðsmennirnir aftanfyri norska sigurin. Týski stórspælarin, Christian Schöne fór út skaddur á børu, og er tað eitt stórt minus í bókini hjá Týsklandi.
Ein óður venjari
Týski venjarin, Heiner Brand var dansandi óður inn á dómarnar. Tá 11 sekund vóru eftir, og týskarnir høvdu ein møguleika at javna til 25-25, bríkslaðu dómarnir tvær ferðir, tí týskarnir ikki stóðu á røttum staði, tá teir fóru í álop. Hetta gav norðmonnum ein greiðan fyrimun meinti Heiner Brand, sum fór nevandi inn á vøllin, men tíbetur fór týski venjarin ikki longur, enn til ímyndirnar. Heiner Brand ákærdi eisini norska spælaran, Frank Løke at verða ósportsligan, og at gera sítt til at fáa týskar spælarar útvístar í 2 minuttir.
Norðurlendskar vónir
Báðir sigrarnir hava tendrað ljósið fyri Noreg aftur, sum tyktist slókt, aftaná tapini ímóti Danmark og Serbia. Danmark hevur 6 stig, Týskland 5 stig, Pólland 4 stig, og Noreg hevur 4 stig. Vinnur Noreg á Póllandi týsdagin, og fær Danmark stig ímóti Týsklandi, so skulu bæði Danmark og Noreg spæla hálvfinalu fríggjadagin. Tað hevði verið vorðið sum! Mótstøðuliðini í hálvfinaluni verða øgilig. Frakland og Kroatia hava bæði 8 stig í hinum HM-millumbólkinum, og tey eru ein klassa omanfyri hini liðini í bólkinum.