Um midnáttarleitið í kvøld almannakunngjørdi Noreg nýggjastu kanningarúrslitini fyri covid-19, og tølini síggja alt annað enn væl út.
Seinasta samdøgur eru nevniliga staðfestir 704 nýggir tilburðir, og hetta er størsta tal av smittaðum í eitt samdøgur í Noregi nakrantíð.
Samlaða talið av staðfestum smittaðum í Noreg er nú komið upp á 21.338, harav staðfestir eru tilsamans 1008 tilburðir seinastu tvey samdøgrini.
Í dag lógu 64 fólk á norskum sjúkrahúsum við covid-19, harav trý lógu í respiratori. Samlaða talið av deyðum í Noregi er nú 282, veit NTB at siga í kvøld.