Hægsta oddsið uppá suðurkoreanskan sigur ímóti Føroyum var 1,12 tá samanum kom. Kortini eydnaðist tað føroyska U21 landsliðnum at vinna 28-27 á suðurkoreansku stórfavorittunum í dysti í bólki A í HM-endaspælinum fyri U21-landslið, sum er í Algeria í hesum døgum.
Frálíka føroyska avrikið fær tó ikki fýra veddingarfyritøkur at ivast í, at Føroyar hava gott og væl næstan ongan møguleika at vinna á Noregi í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18, og Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.
Veddingarfyritøkan Bwin hevur odds, sum siga, at Føroyar hava gott og væl ongan møguleika at vinna á Noregi. Oddsini uppá norskan sigur í kvøld er bara 1,02, meðan oddsini uppá føroyskan sigur er heili 14.
Hinar triggjar veddingarfyritøkurnar, ið bjóða odds uppá dystin eru varnari. Tær bjóða "bara" millum 8,50 og 8,65 í odds uppá føroyskan sigur ímóti Noregi:
Her eru oddsini, sum tær fýra veddingarfyritøkurnar bjóða uppá HM-dystin Noreg-Føroyar:
Noreg-FØROYAR | 1 | X | 2 | |
---|---|---|---|---|
1.06 | 20.00 | 8.50 | ||
1.04 | 17.63 | 8.65 | ||
1.07 | 17.00 | 8.50 | ||
1.02 | 21.00 | 14.00 |