– Avleiðingarnar av tilmælunum í sambandi við koronu eru verri fyri samfelagið enn sjálv smittan. Tí strika vit næstan øll tilmæli.
Tað segði norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, á tíðindafundi fyrrapartin.
Nú eru einastu koronutilmæli í Noregi, at fólk við sjúkeyðkennum lat eg kanna fyri covid-19, og at tey, sum fáa staðfest smittuna, halda seg heima í fýra dagar.
Jonas Gahr Støre vísti á, at omikron frábrigdið gevur mild sjúkueyðkenni, norðmenn eru væl vardir av koppsetingum, og fá fólk eru innløgd á sjúkrahúsi við covid-19. Heldur ikki sjúkufráveran er kritisk.
Tí kennir norska stjórnin seg trygga við at avtaka flest øll koronutilmæli.