Tað gjørdist í dag norðurlendsk gleði, og norðurlendsk sorg í EM-endaspælinum í manshondbólti, sum er í Póllandi í hesum døgum.
Í bólki B, sum verður avgreiddur í býnum Katowice vann Noreg á Kroatia fyri fyrstu ferð síðani 2005, og er talan um higartil størsta skelkin í EM-endaspælinum. Norsku miðlarnir fagna norsku spælarunum fyri at vísa ein "kríggjaravilja" í 34-31 sigrinum á Kroatia í dag. Kroatia var annars á odda 17-16 í steðginum, men í seinna hálvleiki vísti norska liðið ein ótrúligan stríðsanda.
Í sama bólki kiksaði tað hjá íslendingum at fáa nakra úrtøku ímóti Hvítarusslandi. Ísland tapti málríkan dyst 39-38 ímóti Hvítarusslandi. Í steðginum vóru íslendingar á odda 18-17. Alexander Petersson sigur í viðmerking við íslendska Morgunblaðið, at íslendingar kleyraðu sigurin, og eitt pláss í millumumfarinum burtur. Hann heldur, at íslendsku spælararnir byrjaðu at renna, sum gáloysingar.
Týsdagin spælir Noreg ímóti Hvítarusslandi, og Ísland spælir ímóti Kroatia, og so er at vóna, at bæði norðurlondini vinna seg víðari í millumumfarið. Trý lið sleppa víðari til millumumfarið, og tey taka innanhýsis stigini við sær í millumumfarið.
Spennandi støðan í bólki B, har alt nú er opið sær soleiðis út. :
1 | Kroatia | 2 | 1 | 0 | 1 | 58:55 | 2 |
2 | Noreg | 2 | 1 | 0 | 1 | 59:57 | 2 |
3 | Ísland | 2 | 1 | 0 | 1 | 64:64 | 2 |
4 | Hvítarussland | 2 | 1 | 0 | 1 | 60:65 | 2 |