Normenn vilja forbjóða vanligum el-perum

Norski olju- og orkumálaráðharrin, Odd Roger Enoksen (Sp), umhugsar at forbjóða sølu av vanligum el-perum. Enoksen sigur við TVNorge, at norska stjórnin skal kanna, um til ber at forbjóða sølu av vanligum el-perum, eins og eitt nú Australia hevur samtykt at gera frá 2012.

Fyrr í mánaðinum varð greitt, at EU eisini umhugsar at forbjóða vanligum ljósperum.

Útrokningar, sum orkustovnurin Enova hevur gjørt fyri TVNorge vísa, at um hvørt húski í landinum skiftir seks vanligar perur út við spariperur, svarar hetta til árligu orkunýtsluna hjá 65.000 húskjum.

Leiðarin í norska náttúruvendarfelagnum, Lars Haltbrekken, fegnast um uppskotið og sigur, at eitt slíkt forboð vónandi hevur við sær, at vinnan fer at leggja seg eftir at menna betri spariperur, skrivar norska blaðið BT.