Í eina heila viku skulu tey binda, skera træ, flætta bond, gera rotiskógvar, smíða, gera mat, lita plantur og virka til horn og bein.
Yvir 80 fólk eru við á Norrønu Heimavirkisleguni, sum Føroyskt Heimavirkisfelag skipar fyri hesa vikuna. Fólk eru komin úr øllum Norðanlondum uttan úr Íslandi, og hetta er triðja ferðin henda legan er í Føroyum. Skift verður ímillum tey ymsu londini at hava eina slíka legu hvørt summar.
? Familjur koma, menn, konur og børn. Eini 10 børn eru við í ár, og hava sleppa tey eisini at virka ymiskt til, sigur Torgerð Mørkøre, sum er ein av fyriskiparunum til leguna.
? Endamálið við leguni er at virka lutir til úr føroyskari rávøru. Tá legan er í onkrum øðrum landi, verða lutir virkaðir út rávøruni úr tí landinum.
Arbeiða allan dagin
Tey, ið eru við á leguni, halda til uppi á skúlaheiminum í Marknagili og á Læraraskúlanum. Luttakararnir búgva allir á skúlaheiminum.
Byrjað verður longu klokkan 7.30 á morgni við morgunmati og morgunfimleiki. Klokkan 9.00 verður farið undir tey ymsu hondarbeiðini.
Hildið verður á heilt til klokkan 16.30, men siga fyrireikararnir, at tey flestu taka tað við sær, og halda so áfram at arbeiða við tí eisini um kvøldið.
Í kjallaranum á skúlaheiminum verða borðtennisborð brúkt sum vanlig borð, og rundan um eitt sita nakrir sviar og norðmenn og skera út træ. Longri yviri sita nakrar aðrar konur og flætta bond, og heilt yviri í endanum verða rotiskógvar seymaðir. Ein heilt serligur roykur kemur frá skónum, men allar konurnar sita so hugagóðar og seyma.
Í dag, mikudag, er ætlanin at fara undir Vestmannabjørgini ? um viðrar væl at merkja. Um veðrið er vánaligt, verður farið til Eiðis. Mikudag hava luttakararnir altíð frí, og tá verður altíð skipað fyri eini útferð.
Legan endar fríggjadagin klokkan 17 við eini framsýning uppi á skúlaheiminum. Har kunnu øll, ið hava hug, fara niðan og síggja lutirnar, ið tey ymsu hava tilvirkað. Um kvøldið verður ein veitsla fyri luttakarunum.