Norrøna er sum ein tundurproppur í nógvum vindi

Sjófrágreiðingin um óhappið hjá Norrønu vísti, at Norrønu ikki kundi standa ímóti nógva vindinum. Skiparin segði einki kunna gera. Var Norrøna ikki farin innaftur, eftir at hon rendi á Molan, hevði hon sokkið ella rent á land. Frágreiðingarnar úr Maskinrúminum og av brúnni samsvara ikki heilt

SJÒFRÀGREIÐING
 
Verður vindmegin meira enn 19,3 metrar um sekundið, so er einki at gera. Einki at gera við at royna at leggja Norrønu til lands. Tá flýtur Norrøna sum ein tundurkassi og er mestsum ikki at arbeiða við. Soleiðis gekk eisini hósdagin 15. januar.
Hetta kom fram í Sjófrágreiðingini um óhappið hjá Norrønu.
Rættarsalurin í J.C. Schrøters gøtu var stúgvandi fullur. So fullur, at hurðin mátti standa opin og fólk máttu standa í rættarsalinum. Àhugin var framúr stórur millum fólk, men tað vóru eisini nógv fólk, sum høvdu fingið boð um at møta. Topparnir hjá Smyril-Line vóru møttir upp, Tryggingin, umboð fyri Veðrættarhavarar og onnur gjørdi sítt til, at rættarsalurin stóð at bresta, tá Sjófrágreiðingin byrjaði nakað eftir kl. 13 mánadagin.
 
<B STRONG < sokkið hevði normal"$?$end$!$Skipið>
Fyrstur at vitna í Sjófrágreiðingini var skiparin á Norrønu hósdagin, Òlavur Hóvsgarð. Hann hevur undan vitnisfrágreiðing síni ikki sagt nakað alment um tilburðin hósdagin. Hann virkaði ógvuliga róligur og avkláraður við støðuna. Hann hevði ikki sín egna advokat við, og hann svaraði róliga og greitt øllum spurningum, sum vórðu settir honum.
- Eg kann ikki ráða yvir veðrinum, mutlaði Ólavur Hóvsgarð á veg inn í stólin í rættarsali trý fyri at siga søguna, sum flest allir føroyingar hava bíðað eftir.
Tað var Tórmóður Djurhuus, advokatur fyri Smyril Line, sum samn við dómaranum, Johannes Madsen, setti spurningar.
Òlavur Hóvsgarð greiddi fyrst frá, at hann byrjaði hjá Smyril Line í 1983 og hevði verið fastur skipari umborð á Norrønu síðani 1998 og við til byggingina av hesari nýggju Norrønu.
Hósdagin vóru teir komnir aftur úr Íslandi. Tað hevði verið ódnarveður allatíðina, men ikki meira enn skipið kundi klára. Við Rivtanga setti skiparin fulla ferð á fyri at halda tíðarætlanina. Norrøna kemur inn norðanífrá á Havnina. Àðrenn farið verður inn móti Eystaru bryggju at leggja at, fær Norrøna upplýst, at vindmegin er millum 10 og 17 metrar um sekundið frá Tórshavnar havn. Ættin er landnyrðingur. Skiparin ger av at royna at leggja at, tí skipið klárar at manirera við hesari vindmegini. Við grótkastið á veg inn í Havnina leggur Òlavur Hóvsgarð til merkis, at vindmátarin vísir 17,6 m/s. Men tá gronin eru komnir inn um Molan veksur hann vindin. Vindmegin er meira enn tjúgu metrar um sekundið.
Tað kemur í vitnisfrágreiðingini hjá yvirstýrimanninum Paula Johannesen fram, at hetta var í sama viðfangi sum eitt æl.
- Eg prøvaði alt tað, eg kundi. Men tað vísti seg, at líkamikið hvat eg gjørdi, so fór skipið í drift og rakk móti Viðarnesi, har tað bar við land, segði Òlavur Hóvsgarð.
Skipið tók í landssynningshorni á Viðarnesi. Ein stýrimaður bað ein skipsassistent kanna, um hol var komið á, og tað vísti seg at vera komið eitt stórt hol á. Illgruni er tá um, at ein skrúva hevur fingið skaða.
Ólavur Hóvsgarð greiddi síðani frá, at hann royndi alt tað, hann kundi, fyri at fáa skip frá aftur. Hetta eydnaðist rímiliga væl. Skiparin roynir at fáa Norrøna út um Molan, men tá brúgvavongurin er á leið áraka endan á Molanum, ger ein stýrimaður vart við, at reyvin er bert fimm metrar frá landi og nærkast støðugt. Òlavur Hóvsgarð greiðir frá, at hann roynir stýra bakborð-bakborð, men tað bar ikki til at fáa Norrøna av kósini móti landi, og síðani smekkaði skipi síðuna á land.
Hesin stoyturin var ógvuliga avgerandi. Hann inniber nevniliga, at hol kemur á skipið beint inn á Maskinrúmið og sjógvur fossar inn.
Òlavur Hóvsgarð greiddi frá, at hann fekk hesi boðini frá maskinstjóranum, sum legði afturat, at leggjast mátti at landi skjótast gjørligt. Hesum tekur Ólavur Hóvsgarð beinanvegin avleiðingarnir av og boðar Tórshavnar Havn frá, at hann ætlar at leggja at á Molanum. Hann biðjur um at fáa flutt eitt norskt skip, sum liggur mitt á Molanum og biðjur Tórshavnar Havn boðaði Sløkkiliðnum frá at koma á staðið við pumpum. Skiparin hevur staðið miðskips inntil víðari, men hann fer yvir í stýriborð fyri at taka kommandoina har, tá ið skipið eftir ætlan skal leggja at móti stýriborði. Skiparin varnast, tá hann er komin yvir í stýriborð á brúnni, at hann ikki fekk stýrt skipinum harfrá, tá tólini virka ikki. Hann fer síðani aftur til upprunaligu støðuna miðskips, men heldur ikki har hevur hann nakran møguleika at stýra skipinum ? onga maskinorku og lítlan og ongan møguleika at stýra skipinum.
Skipið kemur harðliga at landi á Viðarnesi. Skipið stendur ikki á botni ? men er komið fast við land av tí at eitt hol á skipinum heldur tí fast at landi.
Ólavur segði, at hann boðaði MRCC, Smyril Line og Tórshavnar Havn frá støðuni. Hann bað um at fáa ein stigabil til ferðafólkið og catering-starvsfólk. Ikki minst tí so nógv konufólk vóru millum catering-starvsfólki, og tey kann mann illa arbeiða fyri í tílíkum støðum, helt Òlavur Hóvsgarð fyri í sjófrágreiðingini. Meðan hann ger hetta, boðar Ritan frá, at hon kann koma eftir ferðafólkunum og hinum, sum skuldu í land.
Tað er Brimil við hjálp frá Skúmaranum og Pressaranum hjá Skipasmiðjuni, sum hjálpa til at Norrønu leysa, og seinni verður hon løgd betri við Ískeiina. Vatn verður eisini pumpað yvir barlasttankarnar í stýriborð fyri at fáa at hella, soleiðis at skipið hellur fyri at vatnið ikki skal renna inn í skipið. Tá pumpurnar frá Tórshavnar sløkkiliði vóru komnar umborð, gekk skjótt við at fáa sjógvin úr skipinum.
Var Norrøna ikki farin innaftur, eftir at hon rendi á Molan, hevði hon sokkið ella rent á land, segði Ólavur Hóvsgarð eftirfylgjandi.
Eftir óhappið kundi Òlavur staðfesta stóran skaða á bakborðsskrúvuna umframt tvey hol á skipinum og annan skaða, sum ikki er heilt uppgjørdur enn.
Eisini aðrir menn, sum vóru staddir á brúnni, hósdagin vitnaðu í rættinum. Teirra vitnisburður váttaði stórst sæð alt, sum Òlavur Hóvsgarð greiddi frá.
 
<B STRONG kortini< normal"$?$end$!$Megi>
Ólavur Hóvsgarð greiddi í sínari frágreiðing frá, at hann misti alla maskinorku, og kundi tí ikki fáa Norrønu at landi við Molan.
Poul Nolsøe Laksáfoss, maskinstjóri, greiddi frá, at teir ikki varnaðust at maskinmegin heilt var horvin. Men ábendingar vóru um, at tann eina skrúvan ikki virka við fullari megi.
Støðan í maskinrúminum var hættislig í so máta, at eini 150 tons av sjógvi vóru komin inn, og neyðugt var hjá elektrikaranum umborð at nýta alternativar metodur fyri at fáa streymin at virka aftur eftir stoytin við Molan.
Tískil eru nøkur ógreið viðurskifti viðvíkjandi, hvat sum júst hendi við maskinorkuni hjá Norrønu hósdagin.
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
<B STRONG víðari< normal"$?$end$!$Kanna>
Tað varð mutlað nógv í krókunum, tá steðgur varð hildin í sjófrágreiðingini og áðrenn og aftaná. Men tað bar illa til at fáa nakra konkretar viðmerkingar. Hvørki um atburðurin hjá skiparanum hevði verið rættur ella hvat víðari fer at henda í málinum.
Skipaeftirlitið kannar í løtuni málið.