Veðurlíkindini í dag eru ikki av teimum bestu, og hetta hevur ávirkað bæði flogferðsluna og nú eisini fráferðina hjá Norrønu. Smyril Line boðar nú frá, at Norrøna ikki siglir klokkan 21 í kvøld sum ætlað, men fer av Havnini vónandi áleið midnátt.
Smyril Line sigur, at tey framvegis bíða eftir boðum frá skiparanum á Norrønu, og at check-in letur upp klokkan 18 í kvøld og letur aftur á midnátt.