Birgir Kruse
Fyrr í ar spurdist, at bókmentunarliga tíðarritið Nordisk Litteratur hevði fingið nýggja stjórn. Og hugsa vit her um føroysku umboðanina, vóru vit heppin. Tá norrønur bókmentakønur ritstjóri skuldi veljast, fall valið á Jógvan Isaksen.
Jógvan Isaksen er lektari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn. Jógvan er serkønur í norrønum bókmentum og hevur seinastu árini serliga arbeitt við skaldskapinum hjá Williami Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.
Umframt at vera virkin rithøvundi í egnum navni, er Jógvan eisini við í norrønari verkætlan, har bókmentir í trimum smámálum verða viðgjørdar. Verkætlanin skal kanna, hvussu Føroyar, Áland og Grønland handfara teirra viðkvomu mentunarligu støðu.
Tað er stovnurin Nordbok, sum á hvørjum ári gevur út Nordisk Litteratur. Føroyska umboðið í Nordbok er Hanus Andreassen. Ritið, sum hesaferðina hevur klipp eftir William Heinesen á permuni, lýsir á skandinaviskum og enskum máli aktuellu støðuna í norrønu bókmentunum.
Nakrar nýggjar føroyskar bøkur verða umrøddar, og av teim 26 greinunum eru tvær um føroysk bókmentunarlig viðurskifti. Onnur greinin snýr seg um teir báðar William og Jørgen-Frantz, og hin greinin snýr seg um at ummæla í Føroyum.
Tað ber til
Ertandi leggur Jógvan Isaksen fyri við at staðfesta, at Anders And og Dante eru hvør sítt. Hetta í einum uppleggi til kjak við týska teoretikaran Hans Magnus Enzensberger, sum heldur beint øvugt. Heðin Brú verður síðani siteraður fyri at hava sagt, at ikki ber til at skriva samtíðarskaldskap í einum lítlum samfelag. Tí bendir hann skaldskaparliga sjónarvinkulin aftureftir. Ein kundi so freistast til at sagt, at ikki ber til at ummæla í einum lítlum samfelag. Men hetta er ikki beint, heldur Jógvan. Sjálvandi ber tað til, sigur hann. Tað er bara eitt sindur torførari enn í einum størri høpi.
Og tað er ikki hvør sum helst, ið sigur hesi orð. Jógvan Isaksen hevur ummælt føroyskar bøkur í fjórðingsøld. Men eg eri sannførdur um, sigur Jógvan, at tann veruleiki at eg búgvi í Keypmannahavn, er orsøkin til at eg havi hildið á so leingi. Fjarstøðan gevur mær eitt ávíst frælsi. Men eins og aðrir ummælarar eri eg heftur, og kanska í størri mun enn teir, sigur Jógvan. Eg kenni jú flestu teirra. Harafturat eri eg forleggjari hjá fleiri. So her krevst reiðiligheit og sannføri í størsta mun.
Miðlarnir
Jógvan Isaksen hevur ummælt bøkur í Sosialinum og fer framhaldandi at gera tað. Men lesa fólk ummæli, spyr Jógvan í Nordisk Litteratur. Jú, sigur hann. Men ymiskt er, hvussu føroysku miðlarnir viðgera mentunarliga marknaðin. Bløðini gera nakað burturúr, og hesar greinar verða stundum savnaðar í bók og hava tí eina ávísa livitíð.Verri er við Útvarpinum, sigur Jógvan. Her verða hópin av bókum umrøddar um heystið og so er tað av. Kann henda at útvarpaðu sendingarnar náa ein størri skara, men har stendir so lítið eftir. Heilt út av lagi metir Jógvan tann føroyska miðilin vera, sum hevur stórstu ávirkanina. Tað er Sjónvarpið.
Sjónvarpið
Meðan bókmentunarligar sendingar vóru vanligar í Sjónvarpinum í áttatiárunum, so eru tær ein rár hending í dag. Verður ein bók nevnd, óansæð hvussu góð hon er, so mugu allar nevnast, óansæð hvussu vánaligar tær eru. Tí er best einki at siga. Hetta er sambært Jógvani orsøkin til, at Sjónvarpið so siga ikki tekur bøkur uppá tungu í dag. Men Jógvan ræður samstundis til sinniligheit. Tí henda hugsan er vanlig í smásamfeløgum. Og hinvegin er fremsta uppgávan hjá sjónvarpsmanninum júst at redigera. At velja og vraka millum gott og minni gott. Tað er lønta uppgáva hansara. So, hvør skal siga, her er bara at bretta upp um armar.
Krimi
Longu nú verður arbeitt við næstu útgávuni av Nordisk Litteratur, sum kemur í vár. Til tess at gera ritið meiri aktuelt, er ætlanin at tað hereftir skal koma tvær ferðir um árið. Tá gerast eisini rúmligari ræsur fyri at viðgera skaldskaparlig evni burturav. Ritið, sum kemur til várs, fer í høvuðsheitum at snúgva seg um norrønan krimiskaldskap. Ikki heilt óvæntað, tá vit kenna ritsjóran og avrik hansara.