Norra herðir flóttapolitikkin

Norska stjórnin leggur nú upp til fleiri herðingar í politikki sínum mótvegis teimum, ið vilja fáa friðskjól í landinum.

Norska stjórnin leggur nú upp til fleiri herðingar í politikki sínum mótvegis teimum, ið vilja fáa friðskjól í landinum.

Eitt av uppskotunum er, at ein persónur ikki skal kunna fáa varandi uppihaldsloyvi, fyrr enn hann hevur verið minst fimm ár í Norra. Sum nú er, ber hetta til eftir trimum árum.

Eisini skal nú verða kravt, at ein persónur skal hava bústað og annaðhvørt arbeiði ella vera undir útbúgving, fyri at fáa fótin fastan í Norra.

Sum nakað nýtt, skal eisini koma eitt krav um, at fólk skulu standa eina munnliga roynd í norska málinum, áðrenn tey kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi.

Norski innflytararáðharrin, Sylvi Listhaug, vil fegin hava, at norski politikkurin á økinum verður meira afturhaldandi og skal minna meira um tann danska, men onnur finnast at uppskotinum, eitt nú Kristiligi Fólkaflokkurin.