Orsøkin er ringa veðrið, sum seinasta góða samdøgrið hevur forðað skipinum at sleppa í havn í Hirtshals.
Á Smyril Line siga tey, at Norrøna væntandi kemur í havn í Hirtshals á middegi í dag, sum er klokkan 13 lokala tíð, eitt gott samdøgur seinkað..
Innskriving byrjar so klokkan 11 lokala tíð.
Fráferðin úr Hirtshals verður væntandi áleið klokkan 15:00-16:00 lokala tíð, skrivar Smyril Line, sum annars heitir á fólk um at fylgja við á www.smyrilline.fo, har allar broytingar verða lýstar.
770 ferðafólk eru við Norrønu.