Norröna leigað út

 

Í seinnu helvt av 80-unum og fyrst í 90-unum varð Norröna fleiri ferðir leigað út til NATO-venjingar. Smyril Line hevur nú aftur gjørt sáttmála um útleigan av Norrönu til eina NATO-venjing. Tað er bretska verjumálaráðið, sum hevur leigað Norrönu frá hálvum februar til hálvan mars næsta ár. Við Norrönu verður full manning, umleið 80 í tali.

Áðrenn og aftaná NATO-charturin verða ymsar ábøtur gjørdar umborð. Viking Club verður gjørdur av nýggjum við nýggjum teppum og møblum. Teppini verða skift í øllum gongum og í »hallini«, málað verður eisini innan og nýggjar gardinur hongdar upp. Í kabússini verða fleiri maskinur skiftar út.

Sum lýst í bløðunum fyri kortum, so fer Norröna í apríl næsta ár ein páskatúr úr Føroyum til London. Farið verður av Havnini leygardagin 4. apríl, dagin fyri pálmasunnudag, og komið verður aftur á Havnina annan páskadag, mánadagin 13. apríl 1998. Áhugin fyri hesum túrinum tykist vera stórur.