Lindesnes Trekkspillklubb vitjar í Føroyum um ólavsøkutíð og tann 1. august fara limirnir á pall í Norðurlandahúsinum.
Tey hava verið væl fagnað í størstu konsertsalum í Noreg og eisini á ferðum í skandinaviskum pørtum av USA. Teirra framførsla kann av røttum kallast show, har lívsgleði hevur nógv at siga.
5 tónleikaútgávur og 2 sjónbond eru seld í túsundavís av eintøkum í USA og í Noreg. Somuleiðis gekk við bókini, ið er skrivað um leikararnar. Í 8 ár hava limirnir í klubanum verið 9 ferðir í USA og hava leikt í stóru býunum og á festivalum. Altíð eru tey væl fagnað, og limirnir meta sjálvir, at nýtslan av altjóða máli og humor og spæligleði eiga skuldina. Góða móttøkan er ævintýrakend fyri limirnar, tí 2/3 av teimum duga ikki at spæla eftir nótum.
Ikki nótar
Tað er í veruleikanum so, at nótar eru ikki loyvdir undir framførslum. Ístaðin verða onnur virði sett í hásæti, t.d. spæligleði, humor og lívsgleði.
Smáar hendingar og sjónleikir og óvæntaðar hendingar eru vanlig á palli og Lindesnes Trekkspillklub hevur verið nevnt "Norges mest uhøytidlige orkester".
Tónleikurin er ikki bert gamlir slagarar, men spennur frá Carl Jularbo til løg frá fimti- og sekstiárunum. Umframt harmoniku, eru ljóðførini m,.a. vaskibretti, sag og guitari.
Limirnir gleða seg at koma til Føroya og at uppliva ólavsøku og vóna at fylla Norðurlandahúsið tann 1. august.