Hetta váttar eitt talsfólk á høvuðsstøðini hjá norsku verjuni (FOH), Brynjar Stordal, og tað var Verdens Gang, sum var fyrst at bera hesi tíðindi.
Orsøkin til, at norsk herfólk nú fara úr Irak, er spenta støðan millum USA og Iran, sum er grannaland hjá Irak.
USA hevur sent herskip og hernaðarflogfør til økið, og Iran hevur hótt við mótálopum, um USA leypir á.
Brynjar Stordal veit at siga, at Noreg hevur umleið 60 herfólk í Irak og Jordan.
- Orsakað av hóttanarstøðuni og spenninginum í økinum hava vit hugt eftir, hvørji herfólk vit mugu hava eftir í Irak - og hvørji vit kunnu senda aðrastaðni, sigur hann.
Norska verjan vil ikki upplýsa, hvussu nógv herfólk verða flutt úr Irak - ei heldur, hvar tey eru nú, men tey vísa á, at hetta er ein fyribilsstøða.
- Tað eru fleiri herfólk, sum halda fram við sínari tænastu, har tað er møguligt, sigur Brynjar Stordal.
Talsfólkið sigur, at herfólkini, sum eftir eru í Irak, hava gjøgnumgingið trygdarmannagongdir, soleiðis at tey kunnu halda fram við sínari tænastu á ein so tryggan hátt sum gjørligt.
Lesið eisini -
USA nærkast stórkríggi við Iran - https://www.in.fo/news-detail/usa-naerkast-einum-storkriggi-vid-iran










