USA nærkast einum stórkríggi við Iran

- Eitt slíkt kríggj fer at fáa eina dramatiska ávirkan á alla regiónina og fer at fylla nógv tey seinastu trý árini av forsetatíðini hjá Donald Trump

Tað er nú ein størri vandi fyri, at tað kann gerast eitt stórkrígg millum Iran og USA - helst við Ísrael sum hernaðarligum stuðil. Ein miðeystur-serfrøðingur sigur við amerikansku netsíðuna, Axios, at møguleikin fyri, at USA fer at leypa á Iran, er øktur.

 

Myndin omanfyri er av einum amerikanskum herskipafylgi - við velduga stóra amerikanska flogberanum, USS Abraham Lincoln, á odda. Myndin er tikin í samband við eina hernaðarvenjing í Arabiska Havinum hin 6. februar í ár.

 

Dulnevndar keldur siga við tíðindasíðuna Axios, at Trump-umsitingin nú nærkast einum stórkríggi við Iran, og hetta sigur netsíðan dagin eftir fundin í Genéve millum Iran og USA, har eingin kjarnorkuavtala spurdist burtur.

 

Eftir fundin segði Iran, at partarnir vóru komnir til "eitt forstáilsi" um høvuðsprinsippini. Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, segði, at samrøðurnar vóru væleydnaðar, men hann legði aftrat, at Iran ikki var sinnað at ganga sonevndu reyðu linjunum hjá Trump á møti.

 

Partarnir vóru tó samdir um at halda fram við samrøðunum.

 

Men, sambært Axios er frástøðan millum partarnar so mikið stór, at stórur ivi er um, hvørt møguleiki er fyri einari semju, sum gongur Trump-umsitingini á møti. Avtalan er, at Iran skal venda aftur við einum uppskoti innan tvær vikur.

 

Axios væntar, at eitt møguligt hernaðarligt amerikanskt átak móti Iran helst kann fara at vara í nakrar vikur. Hetta samsvarar eisini væl við tað, sum Reuters skrivaði í síðstu viku - nevniliga, at USA fyrireikar seg til álop á Iran, og at átakið saktans kann vara í fleiri vikur.

 

Keldurnar hjá Axios vænta, at talan helst verður eina felags krígsførslu móti Iran við bæði USA og Ísrael, og væntandi er, at talan verður um nógv størri álop enn álopini hjá Ísrael á Iran í juni í fjør.

 

##med2##

 

- Eitt slíkt kríggj fer at fáa eina dramatiska ávirkan á alla regiónina og fer at fylla nógv tey seinastu trý árini av forsetatíðini hjá Donald Trump, skrivar Axios.

 

Sambært keldum hjá amerikansku netsíðuni er ikki óhugsandi, at USA hevur brúk fyri meira tíð, áðrenn lopið verður á Iran, og onkur kelda heldur upp á, at talan kann gerast um vikur.

 

Keldur í Ísrael siga eisini, at Ísrael fyrireikar seg til kríggj.

 

Tað eru eisini aðrar keldur hjá Axios, sum vænta, at USA kann leypa á Iran um stutta tíð, og hesar keldur halda, at kjansurin fyri, at USA fer at fremja hernaðarligar atgerðir móti Iran, er eini 90 prosent.