Norska kongsfamiljan við nýggja konginum í Noregi, Haakon kongi, á odda kom fyrrapartin til sorgargudstænastu fyri Harald kong.
Dómkirkjan í Asker, í útsynning úr Oslo, var á tremur við fólki.
Umleið 500 fólk, sum høvdu staðið í bíðirøð uttan fyri kirkjuna, sluppu ikki inn til gudstænastuna, sum byrjaði klokkan 11. Tað upplýsir løgreglan fyri norska miðlinum VG.
Umframt gudstænastuna í Asker kirkju vóru sorgargudstænastur fyri Harald kong, sum andaðist fríggjamorgunin, í hinum tíggju dómkirkjunum í landinum.
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, var til sorgargudstænastuna í Oslo dómkirkju saman við stortingsformanninum, Masud Gharahkhani, og øðrum umboðum fyri norsku stjórnina.
Gudstænastan í Oslo varð send beinleiðis, meðan bert myndir vórðu vístar frá gudstænastuni, sum kongsfamiljan luttók í.
Sunniva Gylver biskupur stóð fyri gudstænastuni í Oslo dómkirkju, sum Pål Kristian Balstad dómpróstur setti.
– Hesin sunnudagurin er øðrvísi. Hansara hátign Harald kongur er deyður. Ein familja hevur mist maka, pápa, abba og verfaðir. Tankar okkara eru hjá teimum í sorgini. Vit hava mist okkara fólkaalskaða kong, segði dómprósturin í innganginum.
Longu tíðliga um morgunin vóru nógv fólk komin til kirkjurnar kring landið í vónini um at fáa eitt pláss á kirkjubeinkinum.
Norskir miðlar greiddu frá, at hundraðtals fólk stóðu í bíðirøð uttan fyri Oslo dómkirkju og Asker kirkju. Tey fyrstu komu longu klokkan átta.
Oslo dómkirkja, har Sunniva Gylver biskupur leiddi sorgargudstænastuna, er sama kirkja, sum Harald kongur og Sonja drotning giftust í fyri 58 árum síðan.
Leygardagurin – dagin eftir at Harald kongur andaðist – var brúdleypsdagur teirra. Hetta nevndi biskupurin undir gudstænastuni.
– Fyri 58 árum síðan í gjár søgdu tey bæði ja við hvørt annað júst her. Tey vóru full av gleði eftir í níggju ár áhaldandi at hava stríðst fyri kærleikanum. Í dag eru vit savnað her, í kirkjum og framman fyri skíggjar til sorgargudstænastu.
– Vit eru her fyri at syrgja deyða Haralds kongs fimta. Fyri at minnast, heiðra og deila. Fyri at syngja, biðja, lurta og tendra ljós. Og fyri at vera still saman, segði Sunniva Gylver sambært NTB.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Ritzau / in.fo















