Tórshavnar kommuna skrivar, at Elsa Berg, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, tóku ímóti sendikvinnuni. Tey fingu eitt gott prát, og skiftu m.a. orð um orkuumlegging, náttúruskráseting í Tórshavnar kommunu umframt bústaðarviðurskifti og mentan.
Tone Allers hevur verið norsk sendikvinna í Danmark síðan í fjør, og áðrenn tað, hevur hon verið sendikvinna í Jordan.
Norska sendikvinnan hevur verið í Føroyum í nakrar dagar og hevur millum annað eisini vitjað Løgtingið.










