Ein norsk sjónvarpsrøð fyri meira enn 22 milliónir krónur skal lutvíst takast upp í Føroyum. Byrjað verður í juni, og eisini føroyskir sjónleikarar skulu verða við Í juni byrja upptøkurnar til stóra norska sjónvarpsrøð í Føroyum. Tað er bókin ?Buzz Aldrin - hva ble det av deg i alt myldret?, sum nú verður filmatiserað, og bókin skal gerast til eina sjónvarpsrøð á 4 partar.
Skaldsøgan Buzz Aldrin snýr seg um Mathias, sum er føddur sama dag sum mánalendingin í 1969. Eftir at unnusta hansara rýmir frá honum, fer hann við einum vinmanni til Føroya at verða eina tíð.
Norski rithøvundin Johan Harstad hevur skrivað skaldsøguna, og tað er leikstjórin Geir Henning Hopland, sum stendur fyri filmatiseringini av bókini.
- Vit koma til Føroya 20. juni at taka upp, og vit rokna við, at upptøkurnar í Føroyum fara at varða í ein mánað, sigur Geir Henning Hopland við Rás2.
- Vit ætla at brúka føroyskar sjónleikarar í sjónvarpsrøðini, og vit eru í holt við at finna fram til hesar sjónleikarar, sigur hann.
Um nakrar vikur koma leikstjórin og framleiðarin av røðini til Føroya, og leikstjórin roknar við, at fleiri Føroyavitjanir verða, áðrenn upptøkurnar byrja í juni.
Sjónvarpsrøðin hevur í løtuni eina fíggjarætlan á góðar 22 milliónir krónur, men møguliga verða enn fleiri pengar at arbeiða við, tí bæði norskt og danskt sjónvarp sýna áhuga fyri sjónvarpsrøðini, sum skal frumsýnast á NRK1 á heysti 2010.