Norski búnin á Ólavsøku.

Um ein gongur runt á Ólavsøkuni í dag, Ólavsøkudag, so er tað ikki bert tann føroyski tjóðarbúnin, ið er at síggja. 30 fólk úr Noreg eru komin allan vegin til Føroyar á Ólavsøku at njóta tjóðarhátíðina, og at framføra Norskan fólkadans fyri Føroyingum.

Tað er dansifelagi Leikaringen Rakne, sum kl 16 í dag kemur at framføra siðbundnan norskan fólkadans á Tjóðpallinum. Øll verða tey í norskum tjóðarbúna, ið er sera ymiskur á at líta.

- Okkara búnar stava frá teimum bygdunum, ið vit hava uppruna, og eru tí eitt sindur ymiskir, sigur Ole Johan Retterø, leiðarin Leikaringen Rakne.

Leikaringen Rakne hevur fingið navn sítt eftir Kong Rakne, ið var kongur í Norra í 600 talinum.

Dansifelagi hevði hoyrt nógv um Ólavsøkuna, og vildu tí sleppa higar at uppliva hana. Tey hava verið í Føroyum í eina viku, og hava dansa í Runavík áðrenn tey komu á Ólavsøku.

Higartil hava tey bara hugna sær á Ólavsøku við at ganga runt og síggja øll tey ymisku føroysku klæðini, og tey eru sera imponeraði av at so nógv ung eru í búnanum.

- Búnanir eru sera flottir og ymiskir, og hetta minnur nógv um tjóðardagin í Norran tann 17 mai, sigur Ole Johan.

Hóast fari verður avstað aftur tílja í morginárini, ætla tey at fáa midnáttarsangin við í kvøld.

- Vit vóru til føroyskan dans í gjárkvøldið, og tað var eitt stórt upplivilsi. Bæði kvøðurnar og stemningurin vóru sera imponerandi.