Norski ríkmaðurin Tom Hagen skal varðhaldsfongslast í fýra vikur. Soleiðis ljóðar avgerðin frá Nedre Romerike tingrett í kvøld.
Tom Hagen er skuldsettur fyri at hava dripið ella verið við til at dripið konu sína, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið horvin í hálvtannað ár.
Í dag varð rættarfundur fyri afturlætnum hurðum, har tað tí ikki alment komu nýggjar upplýsingar fram í málinum.
Ákærin kravdi, at hann skuldi fongslast fyribils í fýra vikur. Verjin hjá Hagen, Svein Holden, kravdi hann hinvegin leyslætnan.
Tingrætturin vísir í avgerðina á, at tað er »sannlíkt, at tað hava verið fleiri fólk í málinum«.
Varðhaldsfongslingin verður grundgivin við, at tann skuldsetti »hevur veruligan møguleika fyri at oyðileggja ella beina burtur prógv« ella »samskipa frágreiðingar við onnur, sum hava verið uppi í málinum«.
Norski milliardingurin varð týsdagin handtikin, tá hann var á veg til arbeiðis. Tað hendi eftir at løgreglan í hálvtannað ár hevur arbeitt við málinum um horvnu Anne-Elisaheth Hagen, sum hvarv 31. oktober í 2018.
Í fyrstuni ljóðaði, at hon kanska var burturflutt, men týsdagin segði løgreglan, at tey meta, at krøvini um loysigjald í málinum virkaðu sum roykslør fyri veruligu brotsgerðina.
Verjin segði eftir rættarfundin, at hann heldur, at løgreglan hevur sera veikt grundarlag at føra málið.
– Tað undrar meg, at tey eru komin fram til hesa niðurstøðuna, segði Sevin Holden um skuldsetingina ímóti Hagen.
Holden hevði hnskt, at rættarfundurin í dag ikki varð hildin fyri afturlætnum hurðum.
– Tað sigur nakað um, hvussu eg síggi próvstøðuna. Eg havi verið opin fyri, at hetta var nakað, sum almenningurin skuldi fáa innlit í, segði Holden.
– Hann (Tom Hagen, red.) er ávirkaður av støðuni, men hann svaraði væl upp á allar spurningarnar, settir vórðu honum.
Verjin vildi tó ikki nágreina, hvørjir spurningar vóru settir Tom Hagen á rættarfundinum.
/ritzau/NTB