Norges Råfisklag veit at siga, at 157 tons av livandi snjókrabba vórðu landað í Noregi í síðstu viku.
Samlaði avreiðingarprísurin fyri hesa nøgd var 7,2 milliónir krónur í okkara peningi.
Higartil í ár eru landað 11.170 tons av snjókrabba, harav 6.150 tons eru seld fyri stívliga 460 milliónir krónur.
Sambært yvirliti hjá norsku fiskivinnuumsitingini vóru 11.385 tons veidd av heildarkvotuni fram til hin 19. mai, og heildarkvotan er á 12.019 tons.
Í norsku fiskivinnuumsitingini siga tey, at skip, sum higartil ikki hava fiskað tillutaðu kvotuna á 250 tons, kunnu halda fram at fiska, til tey eru liðug við kvotuna.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í kvøld.