Tað kunnu vera pengar at vinna við at fáa norskan laks á húkin.
Norski laksaframleiðarin Mowi bjóðar eina virðisløn upp á 500 norskar krónur fyri hvønn veiddan laks, eftir at 27.000 laksar sluppu úr einum alibrúki í Norðurnoregi.
Teir mongu túsund laksarnir sluppu úr einum alibrúki við Dyrøy mánanáttina.
Vegna illveður skrædnaði nótin og allur laksurin í tí ávísa ringinum er nú burtur.
Fiskimálastýrið hevur givið laksaframleiðaranum boð um at fanga so nógvan av fiskinum sum gjørligt.
Tí má laksurin, sum skrásettir fiskimenn veiða, latast aftur til fleiri av kommununum rundan um Dyrøy, stendur í áheitanini.
Fyrsta fráboðanin var í gjár, at talan var um einar 100 laksar í mesta lagi.
- Men aliringurin er nú tømdur, og fyribilsmetingin vísir, at 27.000 fiskar eru burtur, sigur Ola Helge Hjetland, kunningarstjóri hjá Mowi.
- Hetta er ógvuliga harmiligt og eigur ikki at koma fyri.
##med2##
Í aling á sjónum verður laksur aldur í stórum aliringum, sum vit kenna tað í Føroyum.
Teir 27.000 laksarnir eru 25 prosent av øllum laksinum í havbrúkinum við Dyrøy.
/Ritzau/