NORSKT
Spæl so Teitur.
Norski útvarpsverturin Birger Meland frá NRK hevur eitt sindur ilt við at fáa síni fólk í Norra at skilja, hvør víðagitni føroyski sangarin er - og hvussu navnið skal úttalast. Ein tøkningur frá Ùtvarpi Føroya kemur honum til hjálpar, og tað vísir, at tað ikki allíkavæl er Teitur norsku lurtararnir skulu leggja oyra til.
So er klárt at senda. Klokkan 10.03 verður latið beinleiðis upp fyri radiobylgjunum millum NRK Sogn og Fjordane og miðbýin í Havn. Staðið, sum nógv velja at kalla Sparikassagarðurin, er karmur fyri norsku herligheitini hendan fríggjamorgunin.
Umframt útvarpsvertin Birger Meland, sum flest øll norsk fjølmiðlafólk er ein tilkomin gráhærdur maður, hava borgararnir í høvuðsstaðnum og fólk á leiðini eisini møguleikan at smakka eitt sindur av góðu gomlum norskum mati. Matur, sum teir sjálvir rópa víkingamat.
-Hann heldur sær allanvegin til Onglands, sigur ein av norskum kokkunum, meðan hann trýstir eitt sindur av Mylsa niður í undirritaða.
Tað verður meira enn bert trupult at greiða ítøkiliga frá øllum rættunum, so tit mugu noyðast við, at upplivingin hjá undirritaða var, at maturin smakkaði bara væl. Og jú, maturin kundi minna eitt sindur um føroyskan mat. Har var svínakjøt, mår pølse, geit spekekjøtt, gammel ost og mangt annað.
Vitjanini hjá norsku útvarpsfólkunum er samskipað við einari upplýsandi herferð hjá Fjord1 og einum samtaki av norsku matframleiðarunum, sum framleiða tann góða gamla matin.
Birger Meland og hansara fólk koma frá einari NRK deild, ið rópast fyri NRK Sogn og Fjordane, sum hevur lurtararnir í norðurvestur Norra. Umframt at framleiða seks tímar av útvarpi um dagin, so verður eisini framleitt sjónvarpstilfar til eina lokala tíðindasending hjá NRK. Birger Meland stendur á odda fyri einari morgunsending, sum sigst at hava einar 50.000 lurtarar.
Men Teitur og hin sangarin, sum norski verturin heldur eitur Eivør ella okkurt líknandi, eru ikki tað einasta, sum NRK spælir av føroyskum tónleiki hendan dagin. Ùtvarpsstøðin hevur eisini ligið framvið og tikið upp Hanus G. Johansen, tá hann hevur skrivað tónleik til yrking hjá ídna norsku yrkjaranum Jakob Sande.
Nú klokkan spakuliga gerst hálvgum ellivu byrjar áhugin hjá fólki at økjast munandi. Norski útvarpsverturin hevur eisini fingið fatur á fleiri fólkum, sum hava havt tilknýti til Sogn og Fjordane. Teirra millum eru Jenny Petersen, sum nú starvast innan yrkissjónleik í Føroyum, men hevur hevur búð í Norra í fjúrtan ár. Eisini Kári Reynheim og Dia Midjord vóru gestir hjá norska útvarpsvertinum. Teir hava báðir verið virknir innan ítrótt í økinum, har sendararnir hjá NRK Sogn og Fjordane røkka.
Og tað byrjaði so smátt at gerast norskt í Havn. Tað bæði ljóðaði, luktaði og kendist norskt hesa løtuna í miðbýnum í Havn.