Norsku Gluntan til Føroya

Tað verður eitt rimmar dansibandskvøld í Høllini á Hálsi 28. oktobur, tá norski dansibandsbólkurin Gluntan, Lasse Johansen frá Ole Ivars, Sommerson band og Finnur S. Olsen hava konsert.

Hesum boða fyrireikararnir frá í dag. Norski dansibandsbólkurin Gluntan hevur verið vælumtóktur í Norðanlondum í nógv ár og nú koma teir endiliga til Føroya.

 

Gluntan er dansibandsorkestur úr Tróndheimi, sum byrjaði at spæla í 1965. Øll hesi árini hevur bólkurin verið sera væl umtóktur, og hava teir gingið á odda við dansibandstónleiki.

 

Teir eru ein av bólkunum Í Noregi, ið hava selt flestar plátur og eru teir fyrsti norðurlendski bólkurin, ið fekk eitt sokallað ‘Plantin trofé’ fyri plátusølu sína. Umframt hetta eru teir fyrsti bólkurin í Europa sum fekk ‘Diamantplátuna’, og eru teir eisini fyrsti norski artisturin, ið kom á kasettuband. So sigast má, at hesir duga tað teir gera.

 

Teir hava teir spælt í nógvum ymiskum londum og hava fingið milliónir av fólki upp á gólv við teirra frálíku tónum og til tíðir skemtiligu tekstum. Í Føroyum hava vit mangan hoyrt teir í sendingini fríggjakvld ‘Upp á Tá’, og er talan helst um ein tann mest spælda dansibandsbólkin í Kringvarpinum.

 

Undantikið ein stuttan steðg á fimm ár, hava Gluntan hildið áfram við at vera ein av størstu bólkunum innan dansibandstónleik og eru teir eins væl umtóktir nú sum tá.

 

Við sær til Føroya hava teir Lasse Johansen frá bólkinum Ole Ivars sum gestasangara og at toppa alt við, koma føroysku Sommerson Band at leggja dám á kvøldið, við teirra altíð góða tónleiki. Hesin bólkur varð stovnaður í 2019, og hava teir veruliga vunnið nógv føroysk countryhjørtu síðan tá. Afturat øllum hesum, fer Finnur S. Olsen frá “Upp á Tá” at venda plátur.

 

–Tí fáa vit tað besta av tí besta innan dansibands tónleik leygarkvøldið 28. oktober í Høllini á Hálsi.