Norskur drongur doyði í Íslandi

- Annar megnaði at sleppa burtur, men hin megnaði tað ikki. Hann varð drigin niður í fossin, sigur íslendska løgreglan.

 

Mikukvøldið datt ein norskur drongur, 16 ára gamli, Leif Magnús Grétarsson, í Núpá í Íslandi. Leitað hevur verið eftir dreinginum, og um middagsleitið í dag funnu bjargingarlið eitt lík í ánni.

Íslendska løgreglan væntar, at tað er líkið av hinum 16 ára gamla norska dreinginum, sum er funnið. Tá bjargingarfólk høvdu fingið líkið upp úr fossinum, varð tað flutt við tyrlu til Akureyrar.

Avvarðandi eru kunnaði, og íslendska løgreglan hevur verið í samband við norsku sendistovuna í Íslandi um líkið, sum er funnið, har norski drongurin hvarv.

Leif Magnús Grétarsson hevur búð í Íslandi, og sambært íslendska ríkisútvarpinum arbeiddi hann hjá einum bónda. Sagt verður, at bóndin, sum var saman við dreinginum, tá vanlukkan hendi, megnaði at sleppa burtur í síðstu løtu.

- Annar megnaði at sleppa burtur, men hin megnaði tað ikki. Hann varð drigin niður í fossin, har hann varð tikin av harða streyminum, sigur íslendski løgreglumaðurin, Jóhannes Sigfússon, við íslendska ríkisútvarpið.

Øll bjargingarlið í umhvørvinum komu til hjálpar, men tað eydnaðist tíverri ikki at bjarga hinum 16 ára gamla. Leitingararbeiðið var trupult orsakað av vánaliga veðrinum og kuldanum í økinum, sum var á minus 10 stigum.