Í Noregi leita løgreglan og onnur eftir fótbóltsspælaranum Tor Marius Gromstad, sum spælir við besta liðnum hjá felagnum Stabæk. Hann varð seinast særdur við Bislett Stadion í Oslo leygarmorgunin.
-Vit vilja hava almenningin at hjálpa okkum at finna Tor Marius. Eingin veit, hvar hann er, og vit stúra sjálvandi, sigur læknin hjá Stabæk, Arne Røde, við VG.
Tann 22 ára gamli Tor Marius Gromstad búði saman við beiggja sínum í Oslo, og ein vakmyndatól vísir, at hann fór úr íbúðini gjáramorgunin. Hann tók hvørki fartelefon, mappu ella lyklar við sær.
Løgreglan í Oslo sigur við VG, at fyribils hevur hon eingi spor í málinum.